Fíggjarstøðan er so mikið ring hjá statinum Rio de Janeiro, at guvernørurin har í gjár lýsti tey at vera í fíggjarligari neyðstøðu, og at landið Brasil tí má seta inn við eyka pengum, nú upp undir Olympisku Leikir, til at umganga ‘totalt skrædl í almennari trygd, heilsu, útbúgving, í flutningskervinum og umhvørvisstýringini’. Tey meta seg tó eftir øllum at døma enn at kunna avgreiða OL.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2016/06/figgjarkreppa-i-rio-mugu-hava-st.jpg?resize=825%2C510&ssl=1)