Óli Mortensen 15:24.32 og bronsu á NJM í Vaasa

Havnardrongurin Óli Mortensen megnaði í gjár at vinna bronsu á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Vaasa, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá imponerandi 15:24.32. Gullið fór til finnlendingin Eetu Piiroinen við 15:16.40 og silvurið til norska Henrik Christiansen við 15:20.10; nevnast kann at tá Pál vann 1500 á NJM í Føroyum í 2007, var tíðin 15:24.50, altso eitt lítið spakuligari enn hvat Óli svam nú. Sí úrslistalistan her.

DSC02182

Óli Mortensen 1500 frí á World Cup í Berlin 2012

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag luttekur her í 1500 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Tíðin 15:39.85 var stórt nýtt persónligt met, har hansara besta tíð áðrenn hetta var 15:53.39 frá Ægir-stevnu í februar 2012. Sí úrslitalistan her

Sjeynda pláss til Pál og nýtt persónligt met til Óla

Fyri løtu síðani svam Pál seg til eitt sjeynda pláss í 1500 frí í Berlin við tíðini 15:04.97. Hóast hann hevði næstbestu tilmeldingartíð, vóru vónirnar til heiðursmerki í dag ikki so stórar, tí hann hevur keikt fótin og tað er ikki langt síðani hann byrjaði at venja aftur aftaná feriu.

DSC00923
Continue reading Sjeynda pláss til Pál og nýtt persónligt met til Óla

Óli Mortensen enn eina ferð undir 4 minuttir

Í síðstu viku svam Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag seg fyri fyrstu ferð undir 4 minuttir í 400 frí, tá hann í hølini av legenduni Pál Joensen bleiv nummar tvey í landsdystinum ímóti íslendingum. Tíðirnar hjá Páli og Óla vóru 3:59.36 og 3:59.88.


Óli Mortensen aftaná 400 frí í morgun
Continue reading Óli Mortensen enn eina ferð undir 4 minuttir

Óli og Alvi silvur og bronsu á NMU 2012

Teir báðir Óli Mortensen úr HS og Alvi Hjelm úr Ægir hava júst vunnið sær silvur og bronsu á NMU 2012, við frálíku tíðunum 16:17.10 og 16:22.48. Tíðin hjá Óla er nýtt føroyskt juniormet har metið hjá honum frá ÍM 2012 í apríl var 16:18.15, men Henrik Christiansen úr Noregi var tó aftur í einum klassa fyri seg, við tíðini 15:47.83. Sí úrslitalista her.

Óli og Alvi á NMU 2012

(Óli og Alvi á NMU 2012)

Ítrottarblað um Pál og OL í London

Í morgin kemur eitt serblað ella ítróttarmagasin frá Dimmalætting við 64 síður um Pál Joensen og OL í London. Haraftrat er tilfar um Óla Mortensen, “16 ára gamal svimjari: Óli vil til OL í Rio” og Jón Bjarnason, “Alt fokus er á 1.500 metrar”, og sjálvandi um Pál eisini: “Eg droymi um medalju”. Blaðið kostar 39.95 kr.

Óli Mortensen 4:06.74, juniormet og bronsu á ÍM50

Ungi havnarmaðurin Óli Mortensen megnaði aftur í kvøld at seta føroyskt juniormet í 400 metra frí, tá ið hann á íslendsku meistarastevnuni á langgeil svam seg til triðjapláss við tíðini 4:06.74, aftanfyri Anton Svein McKee á 3:56.91 og Aron Ö. Stefánsson á 4:05.18.

Óli Mortensen

(Óli á íslendsku aldursbólkameistarastevnuni í fjør)