Teir báðir Óli Mortensen úr HS og Alvi Hjelm úr Ægir hava júst vunnið sær silvur og bronsu á NMU 2012, við frálíku tíðunum 16:17.10 og 16:22.48. Tíðin hjá Óla er nýtt føroyskt juniormet har metið hjá honum frá ÍM 2012 í apríl var 16:18.15, men Henrik Christiansen úr Noregi var tó aftur í einum klassa fyri seg, við tíðini 15:47.83. Sí úrslitalista her.
(Óli og Alvi á NMU 2012)
Flottar tíðir dreingir. Eg giti at tykur smyrja handan norrmannin av tá ið tykur eru juniorar.