Óli, Alvi & Eyðbjørn 400 frí á Ægir-stevnuni 3. november 2012

Tríggir av okkara bestu langteinarum togast her um at vinna 400 frí á Ægir-stevnuni í vikuskiftinum: Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Alvi Hjelm úr Ægir og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Stuttligt at síggja so javna kapping á so høgu støði á hesum harða teini, inntil tað – ókey – slitnar eitt sindur ímóti endanum.

Úrslit frá úttøkustevnuni 3. og 4. november 2012

Viðfestur úr úrslitalistin frá Ægir-stevnuni í Klaksvík nú í gjár og í dag, umframt dátufílur til hagtalsbrúk. Ein væl avgreidd stevna við fleiri heilt góðum úrslitum, sum tá ið Birita Debes úr Ægir setti føroyskt met í 100 firvald, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag svam 15:35.23 í 1500 frí, og tá ið Alvi Hjelm út Ægir við tíðini 15:48.58 gjørdist triði føroyski svimjari nakrantíð undir 16 minuttir í 1500 frí.

DSC06551

Birita 1:02.75 og nýtt føroyskt met í 100 firvald

Birita Debes úr Ægir setti í gjár stórt nýtt føroyskt met í 100 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 1:02.75, har metið hjá Kristinu Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag var 1:03.44. Metið hjá Kristinu Elin var annars eitt stórt lop í mun til undanfarna metið hjá Bjørg Seloy, sum æt 1:04.88 frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009. Men so svam Kristina Elin 1:03.44 á Ægir-stevnu í februar í ár, og nú Birita 1:02.75, so har hendir av álvara nakað í firvaldagreinini.

birita_debes

Innbjóðing til Ægir-stevnu 3. – 4. november 2012

Viðfest er innbjóðing frá Ægir til svimjistevnu í Klaksvík hin 3. og 4. november 2012, sum samstundis er úttøkustevna til NJM í Finnlandi og HM á stuttgeil í Istanbul. Feløgini verða biðin um at hava 3 hjálparfólk við til stevnuna, og tilmeldingarnar skulu vera inn hóskvøldið 1. november klokkan umleið 21.

DSC06691