Svøriki fekk flest gullheiðursmerkir í NJM 2011

Heiðursmerkjahálið hjá føroyingum á norðurlensku kappingini fyri juniorar var betri í ár enn í fjør. Sviar kláraðu seg eisini væl betri í ár enn í fjør, tá luttøkan hjá teimum varð skerd av øðrum kappingum.

Continue reading Svøriki fekk flest gullheiðursmerkir í NJM 2011

Tvær norðurlenskar bronsur og eina silvur aftrat í dag

Magnus Jákupsson, Heðin L Olsen og Cecilia Eysturdal fingu heiðursmerki í norðurlendsku kappingini fyri juniorar í dag. Magnus vann silvur og setti nýtt føroyskt met og juniormet í 200 rygg við tíðini 1:59.98. Gamla metið hjá honum frá DMK í november var 2:00.71.

Magnus silvur á NJM 2011

Heðin L. Olsen úr Ægir vann bronsu í 50 frí við tíðini 23.47.

Heðin bronsu á NJM 2011

Cecilia W. Eysturdal úr Ægir vann bronsu í 400 frí og setti nýtt føroyskt juniormet við tíðini 4:22.01. Gamla metið hjá henni frá FM var 4:22.88.

(Myndir © Jákup Jacobsen 2011)

Guðrun 26.04 føroyskt met og norðurlendskt gull!

Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag megnaði í kvøld at seta nýtt føroyskt met og juniormet, og gerast norðurlendskur juniormeistari, tá ið hon í 50 metra frísvimjing svam teinin uppá 26.04. Gamla metið hjá henni frá september var 26.37.

Guðrun Mortensen gull á NJM 2011

(Mynd © Jákup Jacobsen 2011)

Magnus 50.67 og silvur á NJM í Reykjavík

Magnus Jákupsson megnaði í kvøld at seta nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing, tá ið hann á NJM í Reykjavík vann silvur við 50.67, aftanfyri finska Teemu Vuorela á 50.43 og frammanfyri danska Daniel Steen Andersen á 51.07. Juniormetið hjá Magnusi var annars 50.82, frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil herfyri.

Næstu morgun á NM/NJM 2011 avgreiddur

Innleiðandi riðlarnir í morgun vóru líka varligir sum í gjár, við tíðum sum liggja eitt sindur frá bestu tíðum, við undantaki av Heðini L. Olsen og Høgna Simonsen sum betraðu seg í 100 frí. Pauli hevur kvalifiserað seg til finalurnar í 50 bringu og 100 frí seinnapartin, Heðin og Magnus í 100 frí, og Astrið í 100 firvald.
Continue reading Næstu morgun á NM/NJM 2011 avgreiddur

So er fyrsti dagur avgreiddur á NM/NJM 2011

Út yvir silvurheiðursmerki og føroyska metið hjá Magnusi í 100 rygg á NJM í Íslandi, og føroyska juniormetið hjá Ceciliu í 800 frí, so hevur hesin fyrsti dagur verið heldur trilvandi hjá føroyingunum í Reykjavík. Afturat metunum hjá Magnusi og Ceciliu, so hevur Sigmund Mørkøre sett persónligt met í 1500 frí, men annars sær tað eitt sindur soltið út við sovorðnum, kanska tí at túrurin til Íslands gjørdist so langur, fyrradagin.

FAR á NM/NJM 2011
Continue reading So er fyrsti dagur avgreiddur á NM/NJM 2011