Sum tit kunnu lesa her í Ekstra Bladet og her á SwimmingWorld, so hevur tunesiski Oussama Melloulli nú fingið dopingdóm fyri mistak sítt, at hava tikið amfetamin upp undir eina eksamiu í USA. Hann hevur fingið 1½ karantenu við byrjan tann 30. november 2006, sum merkir at hann faktiskt kann náa at koma við til Beijing í 2008, men eisini at hann hervið hevur mist sítt HM gull í 800 frí frá Melbourne í vár, og sítt silvurheiðursmerki í í 400 frí.
Ein longri grein:
http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5570