Kirsty Coventry knúst metið í 200 rygg

Simbabviska Kirsty Coventry hevur sett nýtt stuttbana heimsmet í 200 rygg við tíðina 2:00.91, har ‘gamla’ metið hjá Reiko Nakamura frá februar var 2:03.24. Bretska Elizabeth Simmonds fór eisini klárt undir heimsmetið við tíðina 2:02.60. Lesið á SwimNews og SwimInfo. Continue reading Kirsty Coventry knúst metið í 200 rygg

Mona 4.31.33 í 400 frí

Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá Monu. Hon svam teir 400 frí við tíðina 4.31.33 nú í áðni, sum er gott men ikki persónligt met (tað er 4.27.96 sambært top 10 listanum her á susvim.com). Jón skrivaði eitt sindur um teir 800 í gjár í dagbók sína á sudurras.fo og susvim.com, og eftir øllum at døma er hetta bara sovorðið sum hendir, uttan at nøkur beinleiðis frágreiðing er at finna.

Føroyskt met til Pál í 400 frí

Pál hevur beint nú svomið 400 frí í tíðini 3:50.71, sum er næstan 4 sekunds betring av hansara føroyska meti á 3:54.64 frá NJM í Havn í desember. Kári J. á Høvdanum royndi eisini eftir sínum føroyska meti í 50 rygg í morgun, men varð tíverri eitt vet ov stuttur. Kári svam 27.02, har metið er 26.83. Continue reading Føroyskt met til Pál í 400 frí

3 heimsmet á fyrsta degi av HM

Kirsty Coventry setti nýtt heimsmet í 400 blandað við tíðini 4:26.52, í kapping har tríggjar fóru undir gamla heimsmetið á 4:27.83. Mennirnir úr USA bukaði Svøríki og hinar í 4×100 frí, og settu heimsmet við tíðini 3:08.44. Og kvinnurnar úr Niðurlondum settu sum ‘Arena’ longu hevur nevnt heimsmet í 4×200 frí við tíðini 7:38.90, í kapping har 4 lið fóru undir gamla heimsmetið á 7:46.30.

Her er finalan í 400 blandað


Continue reading 3 heimsmet á fyrsta degi av HM

Nýtt føroyskt met til Kára, Pál byrjar varliga

Kári J. á Høvdanum hevur eftir øllum at døma sett nýtt føroyskt met í 100 rygg, nú hann svam 57.33 har føroyska metið er skrásett at vera 57.41. Pál Joensen svam hin vegin ikki upp til sítt besta í 200 frí, tá ið hann svam 1.53.26 har føroyska metið hjá honum er 1.51.79.

Photo © Bjarnason 2008 Continue reading Nýtt føroyskt met til Kára, Pál byrjar varliga

Suðurafrikanarar fastir í Heathrow

Ein stórur partur av suðurafrikanska svimjilandsliðnum náddi onga venjing í Manchester nú áðrenn kappingina, av tí at tekniskir trupulleikar vóru í Heathrow. Okkurt við at handan har brúgvin til flúgvaran ikki virkaði, og tey tí máttu bíða eftir vanligari trappu og so gjørdust ov seint til næsta flúgvara. Ljóðar sum ein typiskur flogtúrur hjá Jón Bjarnasyni 🙂

Kelda: SwimNews