Kira Toussaint 25.60 og heimsmet í 50 rygg

Niðurlendska Kira Toussaint setti í dag nýtt heimsmet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í ISL-dysti í Budapest svam teinin uppá 25.60 sekund. Brasilska Etiene Medeiros átti heimsmetið 25.67 sekund, frá heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Doha í 2014.