Her er innbjóðing til svimjistevnu í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin og sunnudagin 24. og 25. november 2018, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna kemur í staðin fyri avlýstu Ægir-stevnu, sum skuldi vera sama vikuskifti, og er úttøkustevna til Oyggjaleikir 2019.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 1. og 2. september 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið hin 23. og leygardagin hin 24. mars 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.
Tey vóru 86 íðkarar og 22 lið úr 5 feløgum sum kappaðust tilsamans 353 ferðir í 28 kappingum, hesar 3 stevnupartarnar, har SuSvim menn settu føroyskt met í 4×50 blandað, og Róland Toftum føroyskt met í 50 bringu.
Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 28.62 sekund. Pauli Ø. Mohr átti føroyska metið á 28.87, frá HS-stevnu í 2012. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag, og eigur eisini føroyska metið í 50 metra bringusvimjing á langgeil, á 29.43 frá Danish Open 2017.
Suðuroyingar settu í dag nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing fyri menn, tá ið liðsvimjing hjá Suðuroyar Svimjfelag svam teinin uppá 1:50.96. Teir sum svumu vóru Bartal Debess 30.02 í 50 rygg, Rani Jacobsen 30.97 í 50 bringu, Róland Toftum 24.68 í 50 firvald og Rói Bech 25.29 í 50 frí.
SuSvim-harrar føroyskt met í 50 frí. Frá vinstru: Bartal Debess, Róland Toftum, Rani Jacobsen og Rói Bech
Havnar Svimjfelag átti nú farna metið á 1:51.97, frá Ægir-stevnu í februar 2012, og vóru svimjararir tá Markus Joensen 28.61 í 50 rygg, Pauli Ø. Mohr 30.16 í 50 bringu, Bartal Hestoy 27.51 í 50 firvald og Óli Mortensen 25.69 í 50 frí.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Kollafirði, nú leygardagin hin 17. februar 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong á at stevna var í Kollafirði.