HM 2022 útsett til 2023, og HMS 2023 til 2024

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú kunngjørt, at HeimsMeistarastevnan er flutt til í juli 2023, sum annars skuldi verða nú í mai 2022, og sum upprunaliga skuldi hava verið í juli 2021. Og sum fylgja av hesum, er HeimsMeistarastevnan á Stuttgeil flutt til januar 2024, sum annars skuldi verða í november 2023.

Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required
Continue reading HM 2022 útsett til 2023, og HMS 2023 til 2024

HM 2021 flutt til mai 2022

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi nú fyri løtu síðani nýggja dagfesting fyri næstkomandi HM á langgeil, at verða nú í Fukuoka hin 13. til 29. mai 2022, heldur enn sama stað á sumri 2021. HM fyri masters verður eisini flutt, at verða nú frá 31. mai til 9. juni 2022. Sí FINA

Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

FINA endurskoðar HM 2021 nú OL verður sama ár

FINA skrivar her at tey fara at endurskoða dagfestingara fyri Heimsmeistarastevnuna sum eftir røttum skal vera í Fukuoka í Japan í 2021, nú OL verður eisini í Japan saman ár. Hetta í samráð við altjóða olympisku nevndina IOC og við lokalu fyriskipararnar í Japan.

fukuoka photo
Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required