FINA kunngjørt kravtíðirnar til HM í Fukuoka 2021

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú her á fina.org almannakunngjørt kravtíðarskipanina til HM í Fukuoka 2021, sum er teirra krav til hvør sum kann sleppa at svimja á hesu heimsmeistarastevnu.

WOMEN MEN
B – 1 Entry A – 2 Entries A – 2 Entries B – 1 Entry
00:25.92 00:25.04 50 m Freestyle 00:22.18 00:22.96
00:56.15 00:54.25 100 m Freestyle 00:48.77 00:50.48
02:02.81 01:58.66 200 m Freestyle 01:47.06 01:50.81
04:19.34 04:10.57 400 m Freestyle 03:48.15 03:56.14
08:56.03 08:37.90 800 m Freestyle 07:53.11 08:09.67
17:24.20 16:29.57 1500 m Freestyle 15:04.64 15:36.30
00:29.21 00:28.22 50 m Backstroke 00:25.17 00:26.05
01:02.71 01:00.59 100 m Backstroke 00:54.03 00:55.92
02:15.67 02:11.08 200 m Backstroke 01:58.07 02:02.20
00:32.31 00:31.22 50 m Breaststroke 00:27.33 00:28.29
01:09.79 01:07.43 100 m Breaststroke 00:59.75 01:01.84
02:31.02 02:25.91 200 m Breaststroke 02:10.32 02:14.88
00:27.24 00:26.32 50 m Butterfly 00:23.63 00:24.46
01:00.37 00:58.33 100 m Butterfly 00:51.96 00:53.78
02:13.73 02:09.21 200 m Butterfly 01:56.71 02:00.79
02:17.63 02:12.98 200 m Ind. Medley 01:59.76 02:03.95
04:52.97 04:43.06 400 m Ind. Medley 04:17.48 04:26.49
1 Team 4 x 100 m Freestyle 1 Team
1 Team 4 x 200 m Freestyle 1 Team
1 Team 4 x 100 m Medley 1 Team
4 x 100 m Freestyle Mixed – 1 Team
4 x 100 m Medley Mixed – 1 Team

Sum til undanfarna HM brúka tey eina skipan við “A” og “B” kravtíðum, har hvørt land kann luttaka við einum svimjara í hvørjari kappingargrein um hesin klárar “B” kravtíðina, og tveimum um báðir klára “A” kravtíðina.

Og har er so aftur hesu ferð tann skipan at londini kunnu luttaka við tilsamans 4 svimjarum eisini hóast ikki allir klára “A” ella “B” kravtíð, so leingi sum bæði kynini eru umboðað. Tá er kravið at umboðanin skal vera 2 kvinnur og 2 menn, uttan í førinum har 3 av sama kyni hava klára kravtíðina, har tamm fjórði tá skal vera av hinum kyninum.

Kravtíðirnar skulu klárast á serliga góðkendum stevnum, í tíðarskeiðnum 1. mars 2020 til 4. juli 2021. Gevið gætur at hetta ikki eru kravtíðirnar hjá Svimjisambandi Føroya, men tær hjá FINA. Svimjisambandið kann væl velja at hava ørvísi úttøkuskipan enn FINA, so leingi sum krøvini frá FINA eisini eru uppfylt.

fukuoka photo
Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.