Jón Bjarnason metir um dystin á simma.nu

JBJon Bjarnason, Suðuroyar Svimjifelag, skriver følgende til Simma.nu:

Dette er første gang at vi prøver et sådant stævne, så vi glæder os alle sammen. Vi går først efter at gøre det til en positiv oplevelse for alle parter, og se om det ikke er noget vi kan afvikle på skift hvert år. Vi er alle velvidende om at stævnet denne første gang er faldet på et meget uheldigt tidspunkt, og at der derfor mangler nogle stærke svømmere især hos Island. Men landenes størrelse og forskel på disse taget i betragtning, så gør det vel kun stævnet til en mere lige kamp. Jeg må så desværre meddele, at vi mangler 5 af vores profiler fra i sommers til dette stævne, og da vi skal finde vores svømmere iblandt den færøske befolkning på under 50.000 mennesker, ja så må vi hive nogle unge talenter frem i rampelyset, men det er vel kun godt, og netop det som jeg ser som et af de største plus med netop dette stævne. Vi regner med at Færøerne gør det godt med det unge hold vi har.
Continue reading Jón Bjarnason metir um dystin á simma.nu

Gott internet merkir meira lív á svimjing.com/live

Gloymið ikki www.svimjing.com/live, nú kappingin nærkast, og hóast Kringvarpið eisini sendir frá landsdystinum. Har ber til at síggja amatør-videoir úr høllini sum hendan her niðanfyri, at síggja ‘livetiming’ úrslit, og at chatta við aðrar áskoðarar.

(video strikað)

Landsdystur í Gundadali leygardagin

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Leygardagin 28. november 2009 verður landsdystur millum Føroyar og Ísland, í svimjihøllini í Gundadali. Hetta er fyrsti ferð at Svimjisamband Føroya luttekur í sovorðnum landsdysti, síðani føroyingar fyrst í 90-unum vóru í Íslandi og kappaðust.

CIMG2321

(Bjarni M. Petersen hitar upp í høllini í Vági tann 7. mars 2009. Undirritaði Rókur tók myndina)
Continue reading Landsdystur í Gundadali leygardagin

So er skráin klár til landsdystin Føroyar-Ísland

Viðfest er skráin til landsdystin millum Føroyar og Ísland, nú leygardagin tann 28. november. Onkur útskifting hevur verið hjá bæði føroyingum og íslendingum, í mun til tað sum áður er frætt, við tað at íslendingar nú senda Elfu Ingvadóttir heldur enn Soffíu Klemenzdóttir, og við tað at Andrass Thomsen hjá okkum nú í vikuni er skiftur út við Eyðbjørn Joensen. Men hetta skuldi altso verið tað sum vit koma at síggja, nú leygardagin. Skráin sæst eisini her á livetiming.se.

Kom og ger landsdystin til eitt brak!

CIMG8225Komandi leygardag verður landsdystur millum Føroyar og Ísland í svimjihøllini í Gundadali, frá kl 16 til 18 føroyska tíð. Beinleiðis í føroyskum sjónvarpi, og eisini beinleiðis á internetinum til íslendingar og allan heim. So svimjiáhugaðir føroyingar – komið niðan og syrgið fyri at tey hoyra okkum!
Continue reading Kom og ger landsdystin til eitt brak!