Íslendska liðið úttikið til landsdystin ímóti Føroyum

Íslendska landsliðið sæst nú her á heimasíðuni hjá íslendska svimjisambandinum. Eg loyvi mær her niðanfyri at lista upp hesar svimjarar, umframt tær tíðir sum hesir hava klárað á íslendsku stutthyljameistarastevnuni um vikuskiftið, í teimum kappingargreinum sum eru valdar út til landsdystin nú leygardagin. Men gev gætur, at vit ikki enn vita, nágreiniliga hvør íslendingur sum fer at svimja hvat.

Menn:

  • Bragi Þorsteinsson, SH – 50 firvald 25.52, 50 frí 23.20, 100 frí 52.15
  • Birgir Viktor Hannesson, ÍA – 200 bringa 2:32.42
  • Jakob Jóhann Sveinsson, Ægi – 200 bringa 2:07.75
  • Kolbeinn Hrafnkelsson, SH – 100 frí, 56.31, 50 rygg 28.02, 200 frí 2:04.45
  • Konráð Hrafnkelsson, SH – 100 frí 55.57, 200 frí 1:58.51
  • Kristinn Ásgeir Gylfason, ÍRB – 100 frí 58.58, 50 firvald 26.01, 200 frí 2:01.93, 50 frí 24.83
  • Njáll Þrastarson, SH – 100 frí 54.07, 200 frí 1:59.03, 50 frí 25.07
  • Sindri Snævar Friðriksson, SH – 100 frí 52.82, 50 rygg 27.99, 50 firvald 26.19, 50 frí 23.72

Continue reading Íslendska liðið úttikið til landsdystin ímóti Føroyum

Landsdysturin Føroyar-Ísland verður tann 28. november

Til kunningar, so skuldi tað altso verið púra vist nú, at landsdysturin Føroyar-Ísland verður í svimjihøllini í Gundadali tann 28. november 2009, frá kl 16 til 18, og at íslendarar senda sítt besta lið. Svimjisambandið skal taka út 8 svimjarar av hvørjum kyni, at kappast í útvaldum greinum ímóti líka so nógvum íslendingum; og talt verður so leypandi upp, hvør sum vinnur mest. Eftir ætlan við sjónvarping og øllum, og vónandi við eini rúgvu av ágrýtnum áskoðarum í høllini.