HS 3 mix met 3 dagar á rað

Havnar Svimjifelag hevur hesar síðstu tríggjar dagarnar megnað at betra um føroysku metini í øllum teimum ‘mix’-liðsvimjingum sum kappast vórðu um á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, við somu fýra svimjarum.

Nýggju metini eru:

  • 1:42.33 í 4×50 frí mix, metið var HS 1:43.41 frá FMS 2021
  • 4:05.36 í 4×100 blandað mix, metið var HS 4:13.09 frá FMS 2021
  • 3:45.58 í 4×100 frí mix, metið var HS 3:50.92 frá FMS 2021

Tey fýra sum svumu fyri Havnar Svimjifelag, vóru Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Eyðrið Mortensen (2003), Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003) og Isak Brisenfeldt (2006). Í ymiskari raðfylgju, alt eftir hvat ið lá best fyri.

SSF fráboðan um ABMS og FMS 2021

Góðu tit øll,

Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava avgjørt at vilja býta um uppá dagfestingarnar fyri ætlaðu Aldursbólkameistarastevnu og Føroyameistarastevnu á stuttgeil í vetur, soleiðis at Føroyameistarastevnan á stuttgeil 2021 nú verður heldur hin 12. til 14. november 2021, og Aldursbólkastevnan á stuttgeil 2021 síðani í vikuskiftinum hin 10. til 12. desember.

Continue reading SSF fráboðan um ABMS og FMS 2021