SSF fráboðan um ABMS og FMS 2021

Góðu tit øll,

Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava avgjørt at vilja býta um uppá dagfestingarnar fyri ætlaðu Aldursbólkameistarastevnu og Føroyameistarastevnu á stuttgeil í vetur, soleiðis at Føroyameistarastevnan á stuttgeil 2021 nú verður heldur hin 12. til 14. november 2021, og Aldursbólkastevnan á stuttgeil 2021 síðani í vikuskiftinum hin 10. til 12. desember.

Tað er hartil hugsandi, at hendan Aldursbólkameistarastevnan í desember verður broytt nakað, soleiðis at hon kann avgreiðast skjótari og við færri stevnupørtum. Hetta í mun til tær sum vit hava havt til nú um várið.

Orsøkirnar eru fleiri, íroknað at tað verður torført at skaffa hjálparfólk og dómarar til tríggjar fullar stevnudagar í desember, umframt at tað verður trupult hjá okkara frægastu svimjarum at møta upp og geva seg fult út á FM, um NM/NJM er vikuskiftið áðrenn og HM á stuttgeil í vikuni aftaná.

Hartil gevur broytingin okkum møguleika fyri at leingja um kravtíðarskeiðið til NM/NJM 2021 við trimum vikum, frá at skula enda við Ægir Open hin 23. og 24. oktober, til nú at kunna enda við FMS hin 12. til 14. november 2021.

Vit vóna at tit skilja støðuna. Tað er harmiligt at skula broyta uppá ætlanirnar, í mun til tað sum vit komu fram til á kalendarafundinum hin 27. februar; men tað sær bara ikki gott út viðvíkjandi at skula fyriskipa eitt FM tá mitt í desember, og fyri so vítt heldur ikki okkara vanliga ABMS.

Við svimjikvøðu

Vegna starvsnevnd og svimjinevnd SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.