Her eru úrslitini frá Atlantic Open 2019, sum var í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadagin til sunnudagin hin 29. til 31. mars 2019. Sí eisini livetiming.se og swimrankings.net
Hetta fyrsta “Atlantic Open” má sigast at vera rættiliga væleydnað, nú vit longu fyrsta kvøldið fingu trý afturat undir kravtíðir til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar, umframt at fleiri onnur staðfestu sína styrki sum oyggjaleikakandidatar, og onnur vóru líka við.
Fyrst svam Rebekka Trygvadóttir úr Ægir seg undir kravtíðina í 400 blandað, við at svimja 5:03.07 har kravið er 5:05.27.
Seinni svam Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag seg undir kravtíðina í 50 rygg, við tíðini 29.89 har kravið er 29.95.
Og at enda svam Johan Nónskarð Dam úr Havnar Svimjifelag seg undir kravtíðina í 1500 frí, við at svimja 15:48.40 har kravið er 15:57.77.
‘The usual suspects’ gjørdu eisini vart við seg, Signhild Joensen úr Ægir við 29.18 í 50 rygg og 1:01.84 í 100 rygg, og Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag við 16:53.02 og føroyskum meti í 1500 frí, báðar í greinum sum tær longu eru kvalifiseraðar í, meðan Rókur Trygvason úr Ægir legði 100 bringu afturat hjá sær, við tíðini 1:03.99 har oyggjaleikakravið er 1:04.95.
Og tey vóru onnur sum vóru nær við.
Einans 400 blandað og 1500 frí vórðu endaliga avgreiddar kappingar í kvøld, og skjótastu svimjarar fáa tí kjans aftur í annaðkvøld ella sunnukvøldið, at royna eftir kravtíðum í greinunum 50 rygg, 100 bringu og 100 rygg.
Tey eru nú 11 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2019 – 6 kvinnur og 5 menn – ið sum kunnugt eru meðaltíð av bronsutíðum frá trimum teimum seinastu Oyggjaleikum.
Vit hava sostatt týðiligvís heiðursmerkjakandidatar til eisini Oyggjaleikir á Gibraltar, og vit fáa vónandi onkran afturat á liðið áðrenn vikuskiftið er av.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í kvøld stórt nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon á Atlantic Open svam teinin uppá 16.53.02. Hon átti sjálv føroyska metið á 16:55.18, frá FM á stuttgeil í mars 2017. Vár svimur fyri Havnar Svimjifelag.
Her eru startlistarnir til Atlantic Open 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú í vikuskiftinum. Hetta er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar.
Broyting 18/3-19: Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at vilja loyva eisini svimjarum uttan talentnál at luttaka á Atlantic Open 2019. Hesi kunnu tó í mesta lagi melda til 3 kappingar, á teinunum frá 50m til 200m.
Her er innbjóðing til Atlantic Open 2019 í Svimjihøllini í Gundadali hin 29. til 31. mars 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, og sum er avgerandi fyri úttøku til Oyggjaleikir 2019.
Gevið gætur at har er kravtíð sum til FM, tó her talentnál heldur enn bronsunál. Ætlanin er upp á sikt at gera hesa stevnu til eina veruliga, altjóða stevnu, har hon í ár tó fyrst og fremst er oyggjaleikaúttøkustevna.
Góða eydnu til tykkum øll
Rókur
Hendan heimasíða nýtir kennifílur (cookies) til at minnast tínar setingar og undanfarnu vitjanir. Trýst á “GÓÐTAK” til at loyva nýtslu av ØLLUM hesum kennifílum, ella á "Setingar" til at kunna frávelja tær minni týðandi.
Hendan heimasíða nýtir kennifílur til at lætta um nýtsluna av sær. Nakrar eru alneyðugar til at heimasíðan skal kunna rigga rætt, og verða tá goymdar í tólinum hjá tær; meðan aðrar minni týðandi eru til at greina hvussu heimasíðan verður nýtt, at goyma einans um tú gevur loyvi til tess. Til ber at velja hesar seinnu frá, men kann tað tá ávirka hvussu heimasíðan riggar.
Necessary cookies are absolutely essential for the website to function properly. This category only includes cookies that ensures basic functionalities and security features of the website. These cookies do not store any personal information.
Any cookies that may not be particularly necessary for the website to function and is used specifically to collect user personal data via analytics, ads, other embedded contents are termed as non-necessary cookies. It is mandatory to procure user consent prior to running these cookies on your website.
Advertisement cookies are used to provide visitors with relevant ads and marketing campaigns. These cookies track visitors across websites and collect information to provide customized ads.
Performance cookies are used to understand and analyze the key performance indexes of the website which helps in delivering a better user experience for the visitors.
Analytical cookies are used to understand how visitors interact with the website. These cookies help provide information on metrics the number of visitors, bounce rate, traffic source, etc.
Functional cookies help to perform certain functionalities like sharing the content of the website on social media platforms, collect feedbacks, and other third-party features.