30 ára gamla Therese Alshammar úr Svøríki setti í gjár heimsmet í 50 metrar frí á langbana (50m), við at svimja teinin á 25.46, har gamla metið hjá Anna Karin-Kammerling var 25.57. Besta tíð hjá Theresu áðrenn heimsmetið var 25.91. Lesið her og her á SwimNews og SwimmingWorld.
Johan Martin Poulsen nýggjur høvuðsvenjari hjá Ægir
Kunningarskriv frá svimjifelagnum Ægir:
Svimjifelagið ÆGIR hevur sett nýggjan høvuðsvenjara til kappingarárið 2007/2008
Nýggjur høvuðsvenjari verður Johan Martin Poulsen úr Saltangará og byrjar hann sum venjari 1. august 2007
Johan Martin er 27 ára gamal, hann hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum kring landið og hann hevur tikið fleiri venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion.
Johan Martin skal venja 1. & 2. lið og annars vera við til at samskipa venjingina fyri allar kappsvimjarar hjá ÆGIR
Við svimjikvøðu
ÆGIR
Síðsta freist at søkja venjarastarv í Ægir er í dag
Síðsta freist at søkja høvuðsvenjarastarvið hjá Ægir er í dag 12. juni.
Ægir fer skjótast gjørligt at almannakunngera nýggja høvuðsvenjaran sum kemur at taka sær av 1. & 2. liði og annars kemur at samskipa venjingina hjá felagnum.
Nýggi venjarin byrjar í starvinum 1. august 2007
Onkur umsókn er komin til venjarastarvið og síðsta freist at søkja er í kvøld aðrenn miðnátt.
Heilsan:
Nevndin í svimjifelagnum Ægir
Svimjing um fjørðin á Jóansøku
Tvøroyrar Svimjifelag bjóðar aftur í ár til svimjing um Tvøroyrarfjørð, frá Krambatanga og yvir á keiina við flakavirkið, sunnudagin 24. juni. Áhugaði skulu ringja til Niels Paula Eysturberg á tlf. 22 34 66. Sí annars tíðindini her á knassi.net (ella á forsíðuni av tsvim.com beint nú).
Joan og Karina danskir meistarar í tri fyri lið
Sum tit kunnu lesa her, so gjørdust føroysku Joan Bláfoss og Karina Ottesen í dag danskir meistarar í sprint-triathlon fyri lið (750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 10km renning), saman við donsku Ann Banke og Maja Nielsen. Eftir øllum at døma hevur Karina offrað seg í svimjing og súkkling, tí hon kom heilar 11 minuttir eftir hinar tríggjar á mál, eftir at hava fylgst við teimum fram til renningina.
Continue reading Joan og Karina danskir meistarar í tri fyri lið
Joan Bláfoss silvur í DM í sprint-triathlon
Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá danska triathlon-sambandinum, so vann føroyska Joan Bláfoss í dag silvur í donsku meistarastevnuni í sprint-triathlon, sum er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning. Hon súkklaði so gott sum líka skjótt sum vinnarin Helle Frederiksen, og rann tað sum hon hevði mist í súkkling innaftur, men hevði tíverri longu mist um 3 minuttir í svimjingini, í mun til Helle. Hetta eru eru góð tíðindi fyri okkum føroyingar, tí Joan skal sum kunnugt luttaka fyri okkum á oyggjaleikum í summar.
Karina Ottosen, sum eisini skal til Rhodos, gjørdist kanska eitt sindur skuffandi nummar 6, eftir at hava verið seedað sum nummar 4 (Joan varð seedað sum nummar 3). Tær báðar vóru rættiliga javnar í Haderslev seinasta vikuskifti (Joan hevði tíðina 2:12:09 og Karina 2:12.54), so um vit brúka tíðirnar hjá Joan sum referensu, sær tað út til at tað serliga er í súkklingini og kanska renningini at tað er kiksað hjá Karinu. Hon varð nevniliga yvir 1 minutti skjótari enn Joan í svimjing, men misti so umleið 3 minuttir í bæði súkkling og renning, har tær burdu verið umleið líka skjótar í súkkling (tí í renning er Joan altíð væl skjótari enn Karina).
Í morgin skulu tær aftur í eldin, at gera sama tein sum lið. Tað vil siga at tær báðar og tvær aðrar úr triathlonfelagum KTK86 skulu royna at gjøgnumføra sama teinar saman, so skjótt sum gjørligt, uttan at tað er meira enn 10 sek á muni millum nummar 1 og 3, tá ið tær koma á mál. Eftir øllum at døma eru teirra lið favorittur til kappingina í morgin, so hvør veit, men eftir einstaklingaúrslitunum at síggja fara tær at fáa hara kapping frá TRI4 og Odense Triathlon Klub.
Her eru splitt-tíðirnar hjá teimum 6 fremstu kvinnunum
Felag | Svimjing | Skift | Súkkling | Skift | Renning | Tilsamans | |
Helle Frederiksen | TRI4 | 0:10:40 | 0:41 | 0:38:02 | 0:31 | 0:19:55 | 1:09:47 |
Joan Bláfoss | KTK86 | 0:13:18 | 0:41 | 0:38:26 | 0:46 | 0:19:20 | 1:12:29 |
Anne Vagner | TRI4 | 0:12:13 | 0:42 | 0:41:26 | 0:40 | 0:20:47 | 1:15:46 |
Anne Jacobsen | OTK | 0:13:02 | 0:49 | 0:40:30 | 0:39 | 0:22:31 | 1:17:30 |
Michelle Vesterby | OTK | 0:11:35 | 0:44 | 0:41:02 | 0:34 | 0:23:53 | 1:17:45 |
Karina Ottesen | KTK86 | 0:12:12 | 0:40 | 0:41:47 | 0:43 | 0:22:39 | 1:17:59 |
Sí annars úrslitalistan frá DM í sprint.
Startlistarnir klárir til DÅM 2007
Startlistarnir til Danske ÅrgangsMesterskaber kunnu nú finnast her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, og eru annars viðfestir hesi frásøgn. Astrid Foldarskarð úr FLOT luttekur fyri Føroyar í ‘gruppe 1’, sum í ár kappast í Odense, meðan Poula Mohr úr FS, Birita Debes úr FLOT, og Jonna Bjartalíð Thomsen, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Eva Trygvadóttir úr Reka kappast í gruppe 2 í Ringe.
Vánirnar eru so sum so, men tað sær tó út til at Poula Mohr og Birita Debes kunnu koma í finalur, og tær yngru úr Reka kanska enntá náa heiðursmerki. Tað vil siga um eg skilji tað rætt, at hvør einstakur árgangur fær síni heiðursmerki, hóast tey kappast saman, og føroyingarnir yvirhøvur fáa heiðursmerki á donsku stevnuni.
Kappast verður vikuskiftið 15. – 17. juni, og kunnu úrslit tá mest sannlíkt síggjast á fyrst heimasíðunum hjá Ringe Svømmeklub og STO95 í Odense, áðrenn tey verða løgd á heimasíðuna hjá danska svimjisambandinum.
Árligi kalendarafundurin verður komandi sunnudag
Svimjinevndin boðar til kalendarafund komandi sunnudag, 10. juni kl 10:00. Fundurin verður í Leynum og vera feløgini biðin at senda í mesta lagið 3 umboð til fundin.
Boða frá luttøku til Jórun Eið Johannesen á teldupost: jorun.eid.johannesen@skulin.fo
Føroyskir triathletar góð úrslit í Haderslev
Farna sunnudag luttóku føroyskir triathletar á ársins fyrstu donsku ‘opið vatn’ triathlonstevnu, sum fyrireiking til Oyggjaleikir í summar. Serliga kvinnurnar kláraðu seg væl, við at gerast nummar 1, 2, 3 og 4 á OL-teininum, har serliga tíðirnar hjá nr 1 og 2 geva góðar vánir til heiðursmerki á Rhodos. Men eisini mennirnir fingu fínar tíðir, umframt gullheiðursmerki í veteran-bólkinum.
Á myndini niðanfyri síggjast tey sum luttóku á stevnuni: Sóley í Eyðansstovu, Karina Ottesen, Joan Bláfoss, Súsanna Skylv Sørensen, Andrass Joensen og Áslakur Nesá. Fleiri myndir kunnu síggjast her á Flickr, ella við at vitja heimasíðuna hjá Haderslev Tri 2000.
Tíðirnar síggjast við splitt-tíðum her á Haderslev Tri 2007, og bólkaðar í aldursbólkum her. Eg kann til stuttleikar lista upp føroysku úrslitini her niðanfyri.
Navn | 1500m svimjing + skift | 40km súkkling | Skift + 10km renning | Tilsamans |
Joan Bláfoss | 00:24.42 | 01:10:09 | 00:37:18 | 02:12:09 |
Karina Ottesen | 00:22:23 | 01:10:01 | 00:40:30 | 02:12:54 |
Súsanna Skylv Sørensen | 00:24.01 | 01:14:59 | 00:42:43 | 02:21:43 |
Sóley í Eyðansstovu | 00:31.18 | 01:15:18 | 00:52:47 | 02:39:23 |
Áslakur Nesá | ? | ? | ? | 02:14:06 |
Andrass Joensen | 00:25.42 | 01:08:23 | 00:42:41 | 02:16.41 |
Tær fýra kvinnurnar gjørdust sum nevnt nummar 1, 2, 3 og 4, bæði í viðkomandi aldursbólki og av øllum. Tíverri var luttøkan rættiliga sløk hjá kvinnum, og plaseringarnar siga tí ikki so nógv um støðið hjá okkara kvinnum. Hartil er tað torført at samanbera tíðir millum triathlon, av tí at so stórur munur kann vera á teimum krøvum sum umstøðurnar seta (streymur, brekkur, veður osfr.) Men tað er væl áhugavert allíkavæl, at heiðursmerkjatíðirnar á Guernsey 2003 vóru ávíkavist 2:10:49, 2:16:41 og 2:20:44, og á Isle of Man 2001 ávíkavist 2:18:37, 2:25:38 og 2:27:27.
Teir báðir mennirnir gjørdust ávíkavist nummar 11 (Áslakur) og 14 (Andrass) í Haderslev, umframt at Andrass varð nummar 1 í sínum aldursbólki. Teir hava tó eina nógv meira ræðandi avbjóðing á Rhodos, við tað at vinnaratíðirnar hjá monnum vanliga liggja um ella niðanfyri 2 tímar (í Haderslev vann Michael de Bruijn við 1:56:16, á Guernsey Chris Volley við 1:57:36, og á Isle of Man Paul Clements við 2:00:25).
Ottar í Hjøllum fekk ikki luttikið í Haderslev vegna eksamiur runt vikuskiftið, og Gudmundur Joensen mátti eisini melda avboð vegna arbeiði. Men restin fekk so avgjørt ein góðan túr til Haderslev, har tey fingu roynt seg væl og virðiliga á teininum, umframt at vit høvdu nakrar hugnarligar løtur runt um sjálva kappingina.
Komandi vikuskiftið skulu í øllum førum Joan Bláfoss og Karina Ottesen luttaka í DM í sprint (t.e. 750m svimjing, 20km súkkling og 5km renning), bæði sum einstaklingar og lið. Tað vil siga at tær leygardag kappast sum einstaklingar, og so aftur sunnudag kappast sum eitt lið, har tríggjar skulu hjálpast at at koma so skjótt á mál sum gjørligt, uttan at munurin á málstrikuni millum nr 1 og 3 verður størri enn 10 sekund.
Liðið, sum skal umboða Føroyar til EJM, er mannað
Landsliðsvenjarin hevur úttikið svimjararnar, sum skulu umboða Føroyar til EJM, sum verður í Antwerpen í Belgia. Kappingin verður svomin í døgunum 18. – 22. juli 2007.
Svimjarnir, sum eru úttiknir, eru hesir:
Elspa Mørkøre FS, Mona Simonsen TS og Guðrun Holm Jacobsen HS
Pál Joensen VS, Dánjal Martin Hofgaard VS og Kári Jóannesarson á Høvdanum FS.