Susvim til Íslands í vikuskiftinum

Sum tit kunnu lesa her á susvim.com og á Portalinum, so fer Suðuroyar Svimjifelag í vikuskiftinum at luttaka á svimjistevnuni Reykjavik International, har tilsamans 260 svimjarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Niðurlondum og Føroyum taka lut. Til ber at lesa (á enskum) um stevnuna her á heimasíðuni hjá íslendsku Ægir, taka niður startlistan her, og fylgja við ‘live’ úrslitum frá stevnuni her.

Talan er um kapping i 50 metra hyli, um ikki tey velja at svimja breiddir. Tí hylurin er faktiskt heilir 25 metrar upp á tvørs, og tað hevði tí í prinsippinum borið til at havt einar 20-25 geilar á 25 metrum, um tey svomið breiddir heldur enn longdir :-).

Um vit skimma skjótt gjøgnum startlistan, so síggja vit at suðuroyingarnir (sum væntað) liggja rættiliga væl fyri serliga í longri frí greinunum:

  • Shaila millum Garðarnar nr 2 í 50 frí (27.94)
  • Pál Joensen nr 1 í 1500 frí (16.11.91)
  • Mona Simonsen nr 2 í 800 frí (9.18.65)
  • Pál Joensen nr 1 í 400 frí (4.06.37)
  • Pál Joensen nr 3 í 200 firvald (2.16.10)
  • Mona Simonsen nr 4 í 200 frí (2.12.45)
  • Mona Simonsen nr 2 í 400 frí (4.34.47)
  • Pál Joensen nr 4 í 200 frí (1.56.88)

FLOT stevnan flutt eitt vet

Hey Øll somul

Gevið gætur!!!

Av tí at valdagur er leygardagin, hevur FLOT saman við svimjinevnduni, framt eina broyting í FLOT-stevnuni 2008. Hetta so at øll kunnu sleppa á val.

Bólkur 1 svimur í staðin fríggjakvøldið 18. Jan.: upphiting kl. 18.00 og kapping uml. 19.15

Bólkur 2 svimur í staðin leygarmorgun 19. Jan.: upphiting kl. 8.00 og kapping kl. 9.15

Kappingarskráin er tann sama sum áður.

Við svimjikvøðu

Rúni

FLOT

Eigur FLOT stevnan at flytast vegna val?

Sum kunnugt verður FLOT stevnan 2008 nú leygardagin, sum er sami dagur sum løgtingsvalið. Suðuroyingar hava longu gjørt vart við seg á susvim.com, og nú er eisini ein viðmerking á flot.info, um tað óheldiga at vaksnir suðuroyingar harvið ikki fáa møtt.

Hvat halda tit? Er tað rætt at hava stevnuna leygardagin, og harvið útiloka teir suðuroyingar sum eisini ætla sær at atkvøða á valstaðnum leygardag?
Continue reading Eigur FLOT stevnan at flytast vegna val?

svimjing.com uppstigað – 3 ferðir

Huffa puffa, eg havi bíðað við hesum líka síðani einaferð í august. Har kom alt møguligt spennandi í millum, og so endaði tað við at eg nú var tríggjar ‘trygdardagføringar’ afturút. Sum helst skuldu gerast stig fyri stig.

Á well, tað er so gjørt nú, og tað sær út til at tað eydnaðist sum ætlað. Beint nú koyrir heimasíðan eitt sindur spakuligt, men eg giti at tað bara er okkurt fyribils við ambætaranum hara yviri í Kalifornia. Síðan burdi nevniliga heldur koyrt skjótari enn spakuligari, nú eg havi fingið lagt nýggjastu rættingar inn.

Um tit síggja okkurt sum sær heilt galið út, so sigið endiliga frá.