Er ikki ein úrslitalisti fra kappingini í Vági …..
Tillukku við Gullnálini Shaila, og tillukku við metinum Malan og pål ….
“Aqua Camp”, ein áhugaverdur máti at fáa fleiri at svimja
Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, so hevur danska svimjisambandið síðani 2004 skipað fyri “Aqua Camp” svimjilegum runt landið, har 7-12 ára gomul børn bæði við og uttan tilknýti til kappsvimjing kunnu fáa ‘eitt gott upplivilsi í vatni’.
Innihaldið á legunum er sovorðið sum vanlig svimjiundirvísing, svimjimerki, lívbjarging, bóltspøl, útspring og synkronsvimjing. Feløgini melda seg til at hava eina sovorðna legu, og svimjisambandið sendir teimum so undirvísingartilfar, hugskot til spøl og ‘merchandise’ at geva børnunum.
Eg giti at ætlanin er bæði at lokka fleiri børn til at svimja, og at fáa eitt sindur av pengum í kassan. Trúgvi eisini at børn sum longu eru í svimjifeløgum hava gott av eini sovorðnari ‘svimjiferiu’, har fokus er fyrst og fremst á at hava tað stuttligt í vatni.
Men týdningarmest beint her og nú, so hevur danska svimjisambandið her bæði tilfar og royndir, sum vit í Føroyum kanska kundu gjørt dælt av. Yngru svimjarar okkara hava flest allir langa summarferiu frá svimjingini, og tað skuldi tí verið lag á manni at brúkt eina viku ella eitt vikuskifti til sovorðið, tá ið venjarar teirra allíkavæl eru tøkir.
Hvat halda tit?
Turið dugir annað enn at svimja
Meðan suðuroyingar hava verið raskir í svimjihylinum, so hava vit eysturoyingar verið til árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk og Flog í Runavík og á Kambsdali. Eg visti at Birita Debes og Astrið Foldarskarð dugdu hetta væl (føroyameistarar og alt), og at Turið Christiansen eisini gekk til fimleik, fyrst har inni onkunstaðni og síðani í Støkk. Men at hon var so góð sum hon var í dag, tað visti eg gott nokk ikki 🙂
Enn eitt met á Susvim stevnuni
Malan V. Bærendsen setti í dag føroyskt met í 100 bringu, við at svimja teinin í tíðini 1:15.41. Harvið hevur hon í leypi av vikuskiftinum sett met í bæði 50 og 100 metra bringusvimjing. Í kvøld kl 18:00 skipar Tvøroyrar Býráð fyri almennari móttøku í ítróttarhøllini í Trongisvági, í sambandi við at Shaila millum Garðarnar hevur svomið seg til gullnál. Continue reading Enn eitt met á Susvim stevnuni
Bretar bjóða virðisløn til venjarar at OL vinnarum
Bretska svimjisambandið innførir nú eina skipan við peningavirðisløn til venjarar, um svimjarar teirra vinna heiðursmerki á Olympisku leikum í Beijing 2008. Venjarin fær £10.000 um talan er um gullheiðursmerki, og ávikavist £7.500 og £5.000 um talan er um silvur ella bronsu. Sum tey siga: Svimjarin fær longu eina peningaliga virðisløn, og nú vilja tey eisini viðurkenna arbeiðið hjá venjaranum. Lesið her á SwimNews.
Shaila 58.53 í 100 frí
Shaila millum Garðarnar hevur í dag svomið 100 frí í tíðini 58.53, á Susvim stevnuni í Vági. Hetta er undir kravtíðina til HM í Manchester í vár, umframt at tað er gullnálatíð, Heilir 4 svimjarar hjá Jón Bjarnasyni hava harvið svomið seg til gullnál hetta seinasta góða árið, sum er óhoyrt.
Ein reklamufilmur fyri Qatar 2011
Fann tilvildarliga hesa video, nú eg leiti eftir myndum frá nýggja heimsmetinum hjá Hayley McGregory. Heimsmeistarastevnan í svimjing verður í Qatar ár 2011, og tey hava so gjørt hesa lýsingina fyri tiltakinum. Vit eru í heimsins besta ítrótti 🙂
Nýtt heimsmet í 50 rygg
Amerikanska Hayley McGregory hevur sett nýtt langbana heimsmet í 50 rygg hjá kvinnum. Hon svam 28.00 har heimsmetið hjá kinesisku Yang Li frá í fjør var 28.09. Lesið her á SwimInfo.
2 føroysk met í kvøld
Malan V. Bærendsen svam 50 bringu í tíðini 34.94, og Pál Joensen svam 800 frí í 8:00.05 (!). Tíðin hjá Pál er 30. besta tíð í heiminum síðani 1. august 2007 sambært Swim Rankings, og besta tíðin av øllum juniorum. Lesið her á susvim.com.
Kravtíðirnar til HM broyttar
Sum tit kunnu síggja her á susvim.com, so hava nýggju landsliðsvenjararnir gjørt broytingar í kravtíðunum til HM í Manchester. Sum heild er talan um at kravtíðirnar eru vorðnar lættari, um enn tað enn bara eru tey fáu sum klára tær. Continue reading Kravtíðirnar til HM broyttar