Danska Svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til “Danmarks Mesterskaberne på Kortbane”, sum verða tann 23. til 26. oktober 2008, og aftur hesuferð luttaka føroyingar. Fyri Fuglafjarðar svimjifelag luttekur Kári J. á Høvdanum, meðan Suðuroyar svimjifelag sendir Pál Joensen og Maluna Vitalis Bærendsen at luttaka sum partur av liðnum hjá vinarfelagnum Aalborg, og Monu Simonsen og Shailu millum Garðarnar at luttaka fyri SuSvim. Hartil luttekur Elspa Mørkøre sum ‘fullblóðs-dani’ fyri West Swim, og íslendski Ørn Arnarson svimur eisini fyri Aalborg. Av sonnum ein maktdemonstratión úr Norðuratlantshøvum.
Continue reading Startlistin til DMK er klárur: Pál og Elspa liggja til gullheiðursmerki
Elspa ger um seg í DK
Danir hava júst skipað fyri sínum ‘regións-stutthylja-meistarastevnu’, sum er eitt slag av upptakt til donsku stutthyljameistarastevnuna í oktober. Elspa Mørkøre luttók fyri WestSwim í ‘svømmeregion vest’, og kláraði har at vinna fimm gull, trý silvur og eitt bronsuheiðursmerki, í kapping har ‘vest’ sum heild var sterkari enn ‘øst’.
Continue reading Elspa ger um seg í DK
Føroyskur úrslitadátugrunnur á Zoho DB
Havi siti og spæl eitt sindur við Zoho DB, sum er ein skipan til at gera dátugrunnar online, til dømis til at kunna sláa upp føroysk svimjiúrslit. Nú er ikki so nógv hent enn í hesum svimjiári, men her eru so øll úrslitini til nú, har til ber at sortera t.d. eftir hvør sum hevur fingið flest FINA stig, og at filtrera t.d. ein svimjara burtur úr rúgvuni.
Continue reading Føroyskur úrslitadátugrunnur á Zoho DB
Indisk svimjigenta doyði í 10 km svimjikapping
Indiska Shampa Das doyði eftir øllum at døma av einum hjartaslag, tá ið hon hevði svomið umleið 9 av teimum 10 km í kappingini Long Distance Invitational Swimming Championship á Hooghly ánni í India. Ein lækni kom til frá einum av fylgibátunum, men gentan var deyð áðrenn hon kom á sjúkrahús. Lesið SwimNews
Amerikansku venjararnir ynskja at fáa ‘superdraktirnar’ forbjóðaðar
Sum tit kunnu lesa her og her, so ynskja bæði tey stóru amerikansku venjarafeløgini, ASCA (American Swimming Coaches Association) og CSCAA (College Swimming Coaches Association of America), bann móti hesum nýggju draktunum, tí at tær forbróta seg móti reglunum hjá FINA, við at hjálpa svimjarunum at flóta betur, og við at betra um útinningarevnini.
FS-stevnan flutt eitt vet
Vertirnir hava avgjørt at flyta stevnuna eitt sindur, so at neyðugt ikki verður hjá nøkrum at yvirnátta heiman í frá. Nú er upphitingin tí fyrst kl 12:30, og kappingin kl 13:30, nú leygardagin 4. oktober. Tilmeldingarfílan er viðfest.
SSF kallar inn til fund
Sí tíðindini her á ssf.fo: Starvsnevndin hevur boðið formonnunum í feløgunum til fundar leygardagin, 4. okt kl 09:30, í Tórshavn. Til viðgerðar eru møguligar lógarbroytingar í SSF.
Svimjisambandið boðar eisini frá í øðrum tíðindum, at Evald Rasmussen nú er FINA góðkendur altjóða dómari.
SuSvim vann SuSvim-stevnuna
Sum kunnugt kappaðust yngstu bólkarnir í Vági í vikuskiftinum, eina viku seinkað vegna trupulleikar við Smyrli. Úrslitið varð at SuSvim vann flest gullheiðursmerki, við FS sum nummar tvey og Ægir sum nummar trý. Mest vinnandi svimjarar vóru Jóhann Heðinsson og Óluva Jacobsen úr FS.
Continue reading SuSvim vann SuSvim-stevnuna
EM 2010 verður í Budapest
Budapest vann kappingina við Rom og Moskva, um at sleppa at fyriskipa evropeisku meistarastevnuna á langbana í 2010. EM var eisini í Budapest í 2010, og eftir øllum at døma gekk tað tá so mikið væl, at tey nú longu fáa stevnuna aftur í 2010. Les mti.hu
FS fingið 40 metrar hyl ?!?
Total sensatión her á fsvim.com: Hylin hava vit funnið í Fuglafirði, so nú er bara at seta hita á soleiðis at vit kunnu venja á einum 40m longum hyli. Ja, sig so tað. Hann líkur kanska ikki alheims krøv, men tvær geilir á 40 m so tað er ikki at forkasta.
