Olympiski ráðharrin Tessa Jowell hevur boðað frá at bretska stjórnin ætlar at lata alla almenna svimjing vera ókeypis frá ár 2012 at rokna, og longu frá komandi ári fyri fólk yvir 60 ár. Orsøkin er at tey vilja spara pengar í heilsurøktini, við at fáa fleiri at svimja. Í Wales er svimjing longu ókeypis fyri ung og eldri yvir 60 ár. Lesið her á Telegraph.co.uk Continue reading Bretar ætla av heilsuávum at lata alla almenna svimjing vera ókeypis
Annangrads drukning ?!?
Hetta havi eg gott nokk ongantíð hoyrt um fyrr. Ein 10 ára gamalur drongur í USA svølgdi vatn men hevði tað annars gott, til hann kom heim og fekk sær ein slang. Men tá ið tey hugdu til hann aftur, rann vatn út úr nøsini og hann var druknaður.
Talan var um ‘annangrads drukning’, har vatn er komið í lunguni. Tey taka skaða, og man kann drukna heilt upp í 72 tímar eftir hendingina, eisini hóast man annars virkar sum um man er komin yvir tað. Mett verður at 5% av øllum sum drukna, drukna av hesum her ‘annangrads’.
Ráðini eru at fara á skaðastovu og kanna lunguni, um man hevur verið fyri eini hending har fólk eina løtu hildu at vandi var á ferð. Altso vælsagtans, at onkur svølgdi so mikið nógv vatn at man stressaði eina løtu. Vandatekin eru trupulleiki við at anda, at persónurin hostar ella røddin verður hás (‘rasput’).
Lesið annars her á FoxNews.com Continue reading Annangrads drukning ?!?
Kalendarafundurin 2008/2009
Boð frá Svimjisambandinum:
Hey…..
Kalendarafundurin 2008/2009
Minnist til Kalendarafundin nú fríggjadagin og leygardagin, 6 og 7 juni.
Fundurin verður á Hotel Norð, Viðareiði.
Byrja verður Fríggjakvøldið kl. 19:30, og hildið verður so fram leygarmorgunin.
Umleið kl. 13 leygardagin skal ein fullfíggjaður Svimjikalendari 2008/2009 fyriliggja.
Heitt verður á tey ið møta til fundin um at verða á fundinum til hann er liðugur leygardagin.
Nøvnini á teimum ið koma á fundin skullu sendast til pal-zis[kurla]olivant.fo innan kl. 20 mikudagin 4.juni.
Gist verður á hotellinum. Um onkur luttakari til fundin ikki gistir, MÁ hetta viðmerkjast.
Vinarliga
Svimjisamband Føroya
SSF
Mangla tit hugskot til landvenjing?
Norska ‘Olympiatoppen’ hevur eina rúgvu av videoum á heimasíðuni www.basistrening.no, eisini beinleiðis ætlað svimjarum. Tey krevja lítið meira enn eina bleyta máttu, nakrar stroppar úr loftinum og ein balansubólt, so tað er bara at koma í gongd 🙂
Elspa á veg inn á danska landsliðið
Elspa Mørkøre tog mange sejre og svømmede særdeles overbevisende i ryg. I både 50+100+200 ryg var hun meget tæt på kvalifikation til EM på kortbane til december. Så de få tiendedele skal hun nok nå at klare inden det er for sent.
Met.
Hey, vit vilja bara spyrja um tað eru nøkur met í bólki 3 í 400 medley og 200 firvald og 800 m frí. 🙂
Svimjiárið 2007/2008 í teknimyndum
Enn einaferð er tað Bartal sum hevur verið upp á spæl. Tíverri hakkar filmurin eitt sindur í mun til upprunaútgávuna, men eg fái ikki gjørt tað ørvísi beint nú. ( Les: Bartal er ikki til at treffa 🙂
Get the Flash Player to see this player.
Minnast tit Rhodos?
Afturlit á ársveitsluni: Sól og summar og buka bretarnar av 🙂
Get the Flash Player to see this player.
Her eru tey so…ársins fjeppari-, wanna-be look alike-, landkrabbi-, loch ness monster-, make over og skori-kalli
Ein kvøða til Kong Kristian
Bartal smekkaði hesa video saman til ársveitsluna hjá Ægir. Um nakar ivast, so var hon nokk ikki illa meint, men heldur gjørd í vón um at kongurin vendur aftur aftur 🙂
Get the Flash Player to see this player.