Elspa var millum tær bestu í 200 frí í morgun og slapp víðari til hálvfinalurnar í kvøld. Hennara tíð var 2:04.53. Tilmeldingartíðin hjá Elspu er 2:03.15.
Hálvfinalupláss til Kára í 100 rygg
Elspa víðari til hálvfinaluna í 100 rygg
Tær báðar Elspa Mørkøre (WestSwim) og Pernille Larsen (AGF) halda á við at dominera í rygg svimjingini. Pernilla svam besta tíð í morgun (1:01.58), meðan Elspa fekk næstbestu tíð (1:03.36) í teimum innleiðandi riðlunum. Mie Refn úr Farum svam triðbesta tíð (1:04.10). Pernille Larsen og Mie Refn minnast vit frá NJM 2007. (mynd: Pernille Larsen)
Jón skiftir til danskt
Voyt ikki hoylt hvat man skal leggja í tað, men Jón er farin at skriva á donskum á susvim.com/knassi.net. Er tað bara Bjarnason sum er blivin løgin, ella er øll Suðuroyggin farin at reka enn longur suður? 😉
Pál 1:47.38 í 200 frí (!)
Tað rakk ikki til heiðursmerki, nú Pál Joensen legði út fyri Aalborg Svømmeklub í 4 x 200 frí, men splitt-tíðin hjá honum á 1:47.38 er so væl og virðiliga føroyskt met. Danska juniormetið hjá Jon Rud frá 2004 var 1:48.69, og harvið eru danir nú í teirri óhepnu støðu, at ein føroyingur eigur danska juniormetið. Jacob Carstensen eigur seniormetið, sum er 1:45.56, frá 1998.
Pál skal svimja 200 frí aftur í innleiðandi í morgin árini, ímóti millum aðrar Jon Rud og Mads Glæsner. Hann hevur nú næstbestu tíð, um man samanber við tilmeldingartíðirnar hjá hinum, har Jon Rud hevur tilmeldingartíð 1:46.93, Emil Dall-Nielsen 1:47.89, og Mads Glæsner 1:48.51.
Palli Ziskason leggur frá sær
Sum tit kanska hava hoyrt í 3-2 beint nú, so hevur Palli Ziskason avgjørt at leggja frá sær sum formaður í Svimjisambandi Føroya. Hann fegnast um góðu úrslitini í seinastuni, men følir ikki at hann hevur so nógv meira at geva svimjingini beint nú. Tað vil siga, at nýggjur formaður skal finnast leygardagin.
SSF gjørt sponsoravtalu við Vodafone og Tryggingarfelagið Føroyar
Sum tit nú kunnu lesa her á ssf.fo, so hevur Svimjisamband Føroya nú eisini fingið Vodafone og Tryggingarfelagið Føroyar sum sponsor, afturat Norðoya Sparikassa, Atlantic Airways og Intersport. Talan er um 2 ára avtalur, og Svimjisambandið er tí rættiliga væl tryggjað fíggjarliga, hesi komandi tvey árini.
Pál nummar eitt í 800 frí
Pál Joensen úr Vági kann nú eisini kalla seg danskur meistari í 800 frí, eftir at hava svomið teinin í tíðini 7:54.25 beint nú, við Anders Lie á øðrum plássi við tíðini 8:01.59, og Jonas Hansen á triðjaplássi vid 8:03.72.
Continue reading Pál nummar eitt í 800 frí
Elspa silvur í 200 blandað
Hon fylgdi alvorliga væl við Louise Jansen gjøgnum firvald og rygg, men misti so nøkur sekund í bringusvimjingini. Var aftanfyri Katrine Holm Sørensen eina løtu, men fekk tó svomið seg til eitt silvurheiðursmerki allíkavæl.
Elspa vann silvur í 200 rygg
Tíðin hjá Elspa var 2:15.90. Pernille Larsen úr AGF vann gull sannførandi við tíðini 2:07.44 og setti samstundis dansk junior met.

