Mona Simonsen bleiv nr 11 í 800 frí við tíðini 9:12.71. Vinnaratíðin hjá Lotte Friis, sum hevur vunnið eina rúgvu fyri Allerød, var 8:31.41.
Pál vann gull í 400 frí – og enn eitt junior met !
Pál Joensen var suverenur í 400 frí finaluni. Við tíðini 3:45.21 var hann væl frammanfyri nr 2, Anders Lie úr Farum, ið kom á mál við tíðini 3:52.93. Tíðin hjá Páli er samstundis nýtt danskt junior met.
Kári víðari til finaluni í 50 rygg
Tíðindi úr Herfølge – Óluva og Jóhann vunnu silvur
Bjarta Jógvansdóttir (FS) luttók í 50 rygg í morgun. Tíðin hjá henni var 45.79. Tað rakk til eitt 32. pláss millum tey 11 ára gomlu.
Jóhann Heðinsson (FS) svam 34.01 í innleiðandi 50 rygg í morgun, og við 6. bestu tíð slapp hann víðari til finaluna fyri 13 ár og yngri. Tóki Joensen (FLOT) svam 41.90, meðan Jón Arni Hjelm (FLOT) svam 42.64.
Óluva Jacobsen (FS) svam 6. bestu tíð (33.03) í 50 frí (bólkur 11 ár og yngri), og er sostatt víðari í finaluni. Sunnleyg Eliasen (FS) svam somu grein 34.83. Bjarta Jógvansdóttir (FS) fekk tíðina 43.83.
Jóhann Heðinsson (FS) kvalifiseraði seg til enn eina finalu. Hesuferð í 50 frí, har hann hevði tíðina 28.87. Tóki og Jón Arni svumu ávikavist 35.19 og 36.79.
Óluva Jacobsen vann eitt silvur heiðursmerki í 100 firvald við tíðini 1:22.30. Gulltíðin hjá Maj Howardsen úr Allerød var 1:21.47.
Jóhann Heðinsson vann silvur í 100 firvald við tíðini 1:10.88. Vinnara tíðin hjá Laust Norgren úr Helsingør var 1:06.51.
Óluva gjørdist nr 5 í 100 bringu við tíðini 1:35.38. Hon lá annars til eina bronsu medalju aftaná 50 m tá hon vendi við tíðini 44.45. Tíðin hjá Sunnleyg var 1:40.26. Eisini hennara fyrstu 50 m vóru lutfalsliga skjótir (46.93). Sunnleyg gjørdist nr 9 samanlagt, sum var betri enn væntað út frá startlistanum har hon lá nr 12.
Jóhann Heðinsson gjørdist nr 6 í 100 bringu. Tíðin hjá honum var 1:25.72. Tíðin hjá Sunnleyg í 200 frí varð 2:49.03. Tað rakk til eitt 16. pláss. Og Jón Arni Hjelm var við í síðstu kappingini, sum var 200 frí. Tíðin hjá honum var 3:04.54.
Birita vann gull í 50 rygg
Birita Debes úr FLOT vann gull í dag í 50 rygg (bólkur 12-13 ár) við tíðini 31.91. Poula Ø. Mohr úr FS gjørdist nr 5 við tíðini 33.12. Í morgun svumu tær hesar tíðirnar í teimum innleiðandi riðlunum: Birita 32.60 og Poula 33.30. Jóhanna Egholm (FS) svam tá 35.90. Susan Jensen (FLOT) svam 40.71. Eyðbjørg Jacobsen úr FLOT svam 41.13. Tíðin hjá Joan Kristinu í Jákupsstovu (FLOT) varð 42.32. Bjørg Olsen (FLOT) svam tíðina 43.66. Tóta Langgaard svam 51.64.
Í bólkinum 14-15 ár fingu vit hesi úrslitini frá teimum innleiðandi riðlunum. Hildur á Fløtti (FS) slapp víðari til finalurnar við tíðini 35.17. Jónfríð Hansen (FS) svam 35.36, og slapp eisini víðari til finaluna. Aimée Jacobsen (FLOT) svam 39.69. Úrsltini frá finaluni eru ikki komin á livetiming enn.
Í bólkinum 16 ár svam Katrin Jacobsen (FLOT) 38.20, ið var nokk til eitt finalupláss.
Jóhan Hermann Slættalíð (FLOT) luttók í 50 rygg í bólki 14-15 ár. Tíðin hjá honum varð 37.99.
Tróndur Olsen (FLOT) slapp víðari til finaluna í bólkinum 16-17 ár. Tìðin hjá honum í 50 rygg frá innleiðandi kappingunum varð 32.14.
Hildur kláraði kravtíðina til NJM
Kravið var 1:11.33 í 100 firvald, og Hildur á Fløtti kláraði at svimja 1:10.40. Astrið Foldarskarð royndi eisini at klára somu kravtíð, og lá væl fyri rættiliga leingi, men doyði so móti endanum. Men allar súðir eru ikki syftar enn… úttøkustevnan og evstamark er fyrst um 14 dagar 🙂
Myndir úr Køge
Ífall tit ikki vita tað, so sendi eg leypandi myndir upp í myndasavnið her á flickr.com, frá kappingini í Køge. Her niðanfyri er myndasavnið savnað í ‘slideshow’…
Nýtt heimsmet í 50 firvald
Avstralski Matt Jaukovic setti nýtt stutthylja-heimsmet í 50 firvald í Sydney í dag, á triðja parti av FINA World Cup 2008. Nýggja heimsmetið er 22.50, har metið hjá brasilska Kaio Almeida var 22.60. Lesið SwimNews.
Fleiri góð úrslit í Køge í dag
Hildur á Fløtti vann gull í 200 firvald í dag, og bronsu í 50 firvald. Óluva Jacobsen vann silvur í 50 bringu, og Jóhann Heðinsson vann gull í 50 firvald. Hartil vunnu Birita Poulsen, Poula Ø. Mohr, Óluva Jacobsen og Johanna Egholm bronsu og steyp í 4×50 blandað. Eg havi ikki tíðirnar her, men svimjararnir svumu yvirhøvur væl í dag, heilt nær ella betur enn síni persónligu met.
Tíðindaskriv frá SSF ísv aðalfundin í dag
Aðalfundur hjá Svimjisamband Føroya
Flyta ársaðalfund og nýggjan formann
Ársaðalfundur varð hildin í Svimjisambandinum leygardagin 25. oktober. Á skránni vóru lógarbroytingar, og avgjørdi aðalfundurin, at frameftir verður ársaðalfundurin hildin í mai í staðin fyri oktober, í hesum sambandi er roknskaparárið broytt til kalendaraárið. Talið av starvsnevndarlimum er hækkað frá 3 til 5
Formaðurin seinastu fýra árini, Palli Ziskason, hevði boðað frá at hann ikki tók við afturvali, í hansara stað var Jon Hestoy valdur. Tveir nýggjur limir vóru valdir, Andrea Eldevig og Palli Eysturberg. Um hesi trý eru Jórun Eið og Maud Poulsen í starvsnevndini.
Øll 7 svimjifeløgini vóru umboðaði á fundin og lívligt orðaskifti var um svimjiviðurskifti.


