Hildur á Fløtti vann gull í 200 firvald í dag, og bronsu í 50 firvald. Óluva Jacobsen vann silvur í 50 bringu, og Jóhann Heðinsson vann gull í 50 firvald. Hartil vunnu Birita Poulsen, Poula Ø. Mohr, Óluva Jacobsen og Johanna Egholm bronsu og steyp í 4×50 blandað. Eg havi ikki tíðirnar her, men svimjararnir svumu yvirhøvur væl í dag, heilt nær ella betur enn síni persónligu met.
Kláraði Hildur kravtíð til NJM í 200m firvald ?
Vóni tað, hon eigur at vera sterkur FM met kandidatur í ár, so sum hon svam 200m til FM.
Og tískil heldur ongar tíðir at síggja á livetiming.dk, enn
http://www.livetiming.dk/program.php?cid=189&session=3
Hildur svam teir 200 við tíðina 2:35.44. Kravtíðin til NJM er 2:34.58, so tíverri ‘lige ved og næsten’.
Jóhann Heðinsson betraði sína bestu tíð í 50m firvald frá 29.92 til 28.81