Nú fara flestu av okkara bestu til Reykjavíkar í ár, men tað er kanska vert at bíta merki í stóru stevnuna í Lyngby, kallað “Lyngby Open“, sum eisini er í januar. Har eru í ár pengavirðislønir á 300, 200 og 100 krónur til nr 1, 2 og 3 øllum kappingum í fimm aldursbólkum, umframt bonus á upp til 1000 evrur til tey sum uppnáa flest FINA stig. Til venjarar verður hartil ein serlig “Mini Clinic”, har nýggjasti heimsmetasetarin Aschwin Wildeboer fer at hava ein fyrilestur, og tey síðani skipa fyri einum betri bita.
Nógv reflektión í Svøríki eftir OL fiasko
Svøríki gjørdist nr 74 av 87 londum á OL í Beijing, aftanfyri lond sum Kirgizistan, Ecuador og Sudan. Tey vunnu einki gull yvirhøvur, og annað OL á rað slettis einki heiðursmerki í svimjing yvirhøvur. Jón Bjarnason viðmerkti einaferð í leypi av EM í Rijeka, at sviar meta orsøkina innan svimjing verða ov nógv ár av fokus á ‘kvalitet fram um kvantitet’. At tey hava minkað ov nógv um venjingarnøgdina, og tí í nøkur ár hava livað høgt uppá bara tey sum náddu at fáa nógva venjing áðrenn hon varð minkað. Og at tað so er uppi hjá teimum nú. Ein áhugaverdur tanki, sum verður kryddaður við enn fleiri áhugaverdum tankum, nú eg setti meg at leita eftir hvat sviar sjálvir siga.
Continue reading Nógv reflektión í Svøríki eftir OL fiasko
“Allt flyter”, filmurin sum vit svimjarar MUGU síggja :-)
Hann hevði premieru nú jóladag, hesin svenski filmur um nakrar menn sum vilja royna seg í synkronsvimjing.
Venjarin væntar minni, nú Phelps skiftir til stytri teinar
Michael Phelps segði sum kunnugt í leypi av OL í Beijing, at hetta var síðstu ferð hann fór at kappast í 400 blandað, og nú kunnu vit lesa í USA Today, at hann á HM í Rom fer at kappast í serliga 100 firvald, rygg og crawl. Orsøkin er at hann ynskir at sleppa undan hørðu venjingina sum krevst til at svimja 400 blandað á høgum støði, og at hann og Bowman tí fara at fokusera uppá at byggja sprintferð í honum, fram til OL í Beijing.
Venjingin fer tí niður frá teimum upp til 80 km um vikuna sum hann svam áðrenn OL í Beijing, til í mesta lagi 50 km um vikuna, sum tó verða oftari hart. Men venjarin Bob Bowman er ivasamur um skiftið, tí Phelps eftir hansara tykki er meira til fart-úthaldni enn reint sprint. “I think he wants to swim the sprints, but we’ll see how it works out,” sigur Bowman. “He might be wishing for some of that 400 IM training.”
(Image courtesy of tsevis, CC Attribution-Noncommercial-No Derivatives)
Continue reading Venjarin væntar minni, nú Phelps skiftir til stytri teinar
So er gásin etin
Og sum tit síggja, so eru venjararnir longu klárir til at koyra á aftur…
Gleðilig jól
108 heimsmet í 2008
Fullfíggjaði listin sæst her á SwimNews.com, yvir tey heimsmet sum eru sett til nú í ár. Eitt skemtiligt ‘opið bræv til allar svimjarar frá einum stressaðum svimjijournalisti’ kann lesast her á Swimming World Magazine, um at okkara vinur í blaðnum har, Jason Marsteller, ynskir at fáa frí í bara eitt vikuskifti ella tvey, til at kunna halda frí saman við konuni. Men sum vit síggja á heimasíðuni hjá svenska Christer M, so er 2008 faktiskt (fyribils) bara triðbesta árið tá ið tað kemur til heimsmet, við tað at 62 vóru sett í 1976, og 58 í 1967.
(Filippo Magnini og Alessandro Terrin, eftir at hava sett heimsmet saman við Mirco Di Tora og Marco Belotti í 4×50 blandað, á EM í Rijeka. Tíðin var 1:32.91, og Terrin hevði splitt-tíð 25.71 í 50 bringu)
Continue reading 108 heimsmet í 2008
Pál nevndur í LEN Magazine, frá HM í Melbourne
He he, betur seint enn ongantíð, ha, at eg finni hendan stubban?
Faeroese swimmers participated at the World Championships for the first time in Melbourne. Small as their delegation was, its members entered events with Pal Joensen (17) swimming in each of the freestyle events ranging from the 50m to 1500m. He only skipped the 800 m event – a praiseworthy effort indeed.
Danir fara nokk allíkavæl at loyva langum draktum
Danska Svimjisambandið skrivar í dag á heimasíðu síni, at tey vænta eina reglugerð um ‘kappingardraktir’ at vera klár umleið nýggjár ella fyrst í januar. Tey avgjørdu sum kunnugt fyrr í desember at hesar nýggju superdraktirnar skuldu verða ólógligar í aldursbólkunum undir junior og senior, men mangla enn nágreiniligu reglugerðina.
Hetta uppskot frá arbeiðsbólkinum bendir tó á hvussu reglugerðin verður skipað, við einum negativ-lista sum forbjóðar t.d. Speedo LZR RZR, Arena Revolution og TYR Tracer Rise, men sum so hinvegin loyvir øðrum meira ‘ófarligum’ heildraktum. Ólóglig nýtsla av hesum draktum fer at verða tulkað sum ein tekniskur feilur, sum førir til kolldøming av svimjaranum.
Roma 2009 – Hold Your Breath
Her áðrenn jólagásina, er kanska snilt líka at minnast til hvat sum (millum annað) bíðar í summar 🙂


