Jonty Skinner um hvussu nýggju draktirnar broyta teknikkin

Suðurafrikanski Jonty Skinner setti í 1976 heimsmet í 100 frí við tíðini 49.44 sekund, 20 dagar eftir at amerikanski Jim Montgomery á OL í Montreal við 49.99 gjørdist fyrsti maður undir 50 sekund (Skinner slapp ikki at luttaka á OL, tí Suðurafrika var útilokað vegna apartheid-politikkin í landinum). Í dag er hann toppvenjari í USA, samstundis sum fraklendingar dominera 100 meturin við fleiri svimjarum sum kunnu svimja teinin á 45 sekund og undir, hóast teir sambært Skinner brúka “in some cases, inferior techniques”. Greinin hjá Skinner her á SwimInfo er tí eitt einastandandi innlit í, hvussu ein toppvenjari og fyrrverandi toppsvimjari heldur at superdraktirnar ávirka ítróttin.
Continue reading Jonty Skinner um hvussu nýggju draktirnar broyta teknikkin

Tíðindaskriv frá SSF: Stór føroysk luttøka í Reykjavík International

Um vikuskiftið verður stóra svimjikappingin Reykjavík International. Svimjisamband Føroya sendur eitt talentlandslið við trettan svimjarum avstað. Umfram hesu trettan luttaka eisini Suðuroya Svimjifelag og Havnar Svimjifelag. Úr HS eru níggju svimjarar og ur Susvim eru fimtan svimjarar, so tilsamans eru 37 føroyskir svimjarar í kapping í Laugardalshøllin fríggjadag, leygardag og sunnudag.

Talentlandsliðið
Continue reading Tíðindaskriv frá SSF: Stór føroysk luttøka í Reykjavík International

SSF viðtikið reglugerð um startfelagsskap

Sum tit kunnu lesa her á ssf.fo, so viðtók Svimjisamband Føroya á starvsnevndarfundi í síðstu viku eina nýggja reglugerð um startfelagsskap, soleiðis at føroysk feløg nú stilla upp sum éitt felags lið, á stevnum í Føroyum og aðrastaðni. Hartil varð reglugerðin fyri skifti millum feløg broytt eitt vet, til eisini at taka støðu í málum har skift verður millum felag og startfelagsskap.
Continue reading SSF viðtikið reglugerð um startfelagsskap

Phelps venur aftur, fram ímóti Rom 2009

Hann hevur ikki vant í 4 mánaðir, sum er longsta pausan hjá honum nakrantíð. Følir seg ‘rustnan’, og væntar tí at næstu mánaðirnir verða harðir, nú formurin skal byggjast upp aftur. Hann er nokk so mettur av svimjing, og venjingin hesi næstu 4 árini fer tí at verða nógv meira avslappað, enn tey 4 árini fram til Beijing. Men hann ætlar sær tó til HM í Rom, at svimja m.a. 100 rygg, um hann finna útav at ‘meistra’ greinina. Og annars tykjast málini framyvir at fara at vera ymiskar dreymatíðir, eisini í greinum sum vit ikki kenna hann í, meira enn at yvirganga seg sjálvan aftur. Les SwimNews

“The Morning Swim Show” verður nú ‘live’

Online sjónvarpsrásin hjá Swimming World Magazine verður nú útbygt, til at tey nú fara at ‘streama live’ við møguleika hjá hyggjarum at gera viðmerkingar og seta spurningar. Tey hava fyrr sent ‘live’ frá NCAA stevnuni í USA, men hava annars mest brúkt vanliga YouTube-háttin at gera sjónvarpstilfar, har tey bandað eina sending og so leggja hana á netið. Les her á SwimInfo.com

2 silvurnálir og 1 føroyskt met á SuSvim stevnuni

Tveir havnarmenn vóru farnir suður longu fríggjakvøldið, og tí bar til at skipa fyri SuSvim stevnuni leygardag (tit vita, kravið um at tvey feløg skulu luttaka). Og tað skuldi vísa seg at loysa seg, sum tit kunnu lesa her á susvim.com, við tað at annar havnarmaðurin fekk silvurnál, umframt Jón Hofgaard úr SuSvim, og Pál Joensen fór frá 2:09.30 til 2:06.27 í 200 firvald.

Startlistin til Reykjavíkar International

So var hann har endiliga, startlistin til Reykjavíkar International. Og tað sær út til at føroyingarnir fara at klára seg bara heilt væl, í kappingini við serliga íslendingar og norðmenn. Haldi meg kunna ána at tilmeldingartíðirnar hjá føroyingum eru eitt sindur gamlar, við tað at tað er so langt ímillum at tey sleppa at svimja á langbana; men fyri tað liggja vit til eini 5 gull- og 6 bronsuheiðursmerki, í teimum 32 kappingunum.
Continue reading Startlistin til Reykjavíkar International