Stór føroysk luttøka eisini triðja dag á RIG 2009

Tíðindaskriv frá SSF, sunnudag 18. januar 2009

Stór føroysk luttøka eisini triðja dag á Reykjavík International

Føroysku svimjararnir hava kvalifiserað seg tilsamans 23 ferðir til tær 14 kappingarnar sum eru á Reykjavík International nú kl 16 í dag, og vit kunnu vænta okkum í øllum førum okkurt gull. Pál skal svimja 200 frí, har hann í 400 frí í gjár setti stevnumet eisini á 200 metra teininum, og tað er tí lítið at ivast í at hann kann svimja skjótari í dag. Vit hava 3 gentur við í 50 rygg, 3 í 50 firvald, 4 dreingir í 50 bringu, og 3 dreingir við í 50 frí, men tað er tó mest sannlíkt á longru teinunum hjá Pál – 200 blandað, 100 firvald og 200 frí – at vit veruliga gera okkum galdandi.
Continue reading Stór føroysk luttøka eisini triðja dag á RIG 2009

2. dagur á RIG 2009

Tað vísir seg at íslendingar á Reykjavíkar International geva heiðursmerki til bæði svimjarar føddir ‘1995 og yngri’, og til svimjarar føddir ‘1994 og eldri’. Og harvið reyk føroyski heiðursmerkjaúrskurðurin upp á 3 gull, 4 silvur og 7 bronsu, frá kappingini fríggjadag og leygardag tilsamans.
Continue reading 2. dagur á RIG 2009

Kitajima droppar HM í Rom

Japanski OL-gullvinnarin í 100 og 200 bringu, bæði í Athen og í Beijing, hevur ikki verið í hylinum aftur síðani Beijing, og fer tí ikki at luttaka á hvørki japansku meistarastevnuni, ella á heimsmeistarastevnuni í Rom í summar. “I haven’t been swimming as you know. I don’t miss the competition, it feels great not to be training at this time of year. It’s the first chance I have had to physically and spiritually enjoy life.”. Les her á eurosport.yahoo.com

RIG 2009, 2. dagur innleiðandi

Har er nógv gott í væntu, nú seinnapartin, eftir at føroyingarnir kvalifiseraðu seg 12 ferðir afturat til finalu, umframt at riðilin hjá Pál Joensen í 400 frí slapp at bíða til í kvøld. Lat meg heldur lista tað upp, so at klutur ikki kemur í:

  • 50 rygg menn: Magnus Jákupsson í B-finalu, Høgni Miné í A-finalu
  • 50 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge í B-finalu, Malan V. Bærendsen í A-finalu
  • 50 firvald menn: Eingin føroyingur
  • 50 frí kvinnur: Hildur á Fløtti í B-finalu, Shaila millum Garðarnar í A-finalu
  • 400 frí menn: Pál Joensen í A-finalu (stevnumet eigur Pál við 4.08.33, íslandsmet er Ørn Arnarson við 3.56.91)
  • 200 blandað kvinnur: Eingin føroyingur
  • 200 rygg menn: Høgni Miné, Magnus Jákupsson og Pál Joensen í A-finalu
  • 100 rygg kvinnur: Bjørg Seloy í B-finalu, Birita Debes í A-finalu
  • 100 bringa menn: Ólavur S. Petersen í B-finalu, Jón Hofgaard í A-finalu
  • 200 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge í A-finalu
  • 200 firvald menn: Pál Joensen í A-finalu
  • 100 firvald kvinnur: Astrið Foldarskarð og Ann Mari Midjord í B-finalu, Hildur á Fløtti og Shaila millum Garðarnar í A-finalu
  • 100 frí menn: Dánjal Martin Hofgaard í A-finalu
  • 200 frí kvinnur: Eingin føroyingur

Tey byrja at kappast kl 16:30, seinnapartin í dag. Live chat og videobrot kunnu síggjast á www.svimjing.com/live
Continue reading RIG 2009, 2. dagur innleiðandi

1 gull, 1 bronsa og 21 finalupláss á 1. degi av RIG 2009

Úrslitini tyktust eitt sindur svingandi, higani úr Føroyum, sum um at svimjararnir vóru móðir av ferðini, og kanska eisini høvdu torført við her-og-nú at skula umstilla seg til at svimja á langbana. Men vit fingu rættiliga nógvar betringar, umframt eina rúgvu av kvalifiseringum til finalu í morgin. Og so tey bæði heiðursmerkini vit væntaðu: Gull og stevnumet til Pál Joensen í 1500 frí, og bronsuheiðursmerki til Monu Simonsen í 800 frí.

Av serliga áhugaverdum tíðum kunnu nevnast, at Hildur á Fløtti úr Fuglafjarðar Svimjifelag kvalifiseraði seg til finaluni í 50 firvald við tíðini 31.06, har langbana kravtíðin til Oyggjaleikir er 30.92. 13 ára gamla Birita Debes úr FLOT betraði seg somuleiðis heilt nógv, tá hon kvalifiseraði seg til A finaluna í 50 rygg við tíðina 33.05, har langbana kravtíðin til Oyggjaleikir er 32.45. Og í 50 frí vóru tær tríggjar undir 30 sekund – Shaila, Hildur og Astrið – sum er bara heilt ókey á langbana.

Eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna sæst her á hesari heimasíðu.

Elspa helt nýggjár í Andorra

Elspa Mørkøre var um jólini við danska landsliðnum á venjingarlegu í Andorra, við fokus á ‘dryland’ grundvenjing, meira enn svimjing. “Om formiddagen stod den på tre timers langrend, mens eftermiddags programmet dagligt bød på en times dryland- og styrketræning foruden to timers svømning.”. Skí-parturin var í 2200 metra hædd, og harvið eisini innføring til hæddarvenjing. Lesið her á svoem.dk, har tað m.a. er leinki til myndir hjá landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer.

So er danski ‘negativ-listin’ klárur

Danska Svimjisambandið hevur nú givið út fyrr nevnda ‘negativ-lista’, sum sigur hvørjar kappingardraktir ið ikki eru loyvdar svimjarum yngri enn junior og senior at nýta. Eg viðfesti hann her á svimjing.com, og annars kunnu tit lesa offisiellu tíðindini her á svoem.dk.
Continue reading So er danski ‘negativ-listin’ klárur

Føroyska luttøkan á RIG 2009

Reykjavík International 2009 byrjar í dag kl 16:30, og føroyska luttøkan er øgilig. Okkara svimjarar kappast einar 63 ferðir bara í dag, og einar 178 ferðir tilsamans fram til og við sunnudagin, við møguleika at vinna í øllum førum 5 gull og 6 bronsuheiðursmerki, í teimum tilsamans 32 kappingunum.

Íslendingar lova ‘live timing’ her á aegir.is, umframt myndir og annað gott. Hartil hevur Rúni Gaardbo fingið ‘vodafonina’ við til Íslands, at taka myndir og video við. ‘Live timingin’ sæst eisini á www.svimjing.com/live, við møguleika at chatta og síggja møgulig Kyte-varp úr Íslandi.

Vodafonin hevur forrestin tlf. nr. 597559, um onkur hevur brúk fyri at koma í samband við ferðaliðið.
Continue reading Føroyska luttøkan á RIG 2009

Nú ber eisini til at kvalifisera seg í 50 metra hyli til Oyggjaleikir

Kravtíðin til Oyggjaleikir á Álandi varð sum kunnugt í fjør avgjørd at vera triðbesta tíð frá Oyggjaleikum á Rhodos. Men við tað at Oyggjaleikir eru í 25 metra hyli, og svimjarar sum kunnugt ikki svimja líka skjótt í 50 metra hyli sum í 25 metra hyli, vegna færri vendingar, so hevur ynski verið um at fáa onkra umrokning av kravtíðini til 50 metra hyl.
Continue reading Nú ber eisini til at kvalifisera seg í 50 metra hyli til Oyggjaleikir