HM fær ikki nýggjar skamlar, men video til dómararnar

Hetta eru fyrstu tíðindini úr Dubai, har FINA stjórnin fundast í hesum døgum. Ein nýggj skipan við undirvatns-videotólum verður sett upp á heimsmeistarastevnuni í Rom, sum dómararnir so kunnu brúka til at eftirmeta møgulig ivamál. Hin vegin verða nýggju ‘trackstart-skamlarnir’ ikki tøkir, við tað at ov fáir svimjarar hava havt møguleika at venja seg við teir. Les swimnews.com

Eysturoyingar stovnað ítróttarfelag fyri brekað

Tað má sigast at tey í fyrstu nevndini hjá ítróttarfelagnum Svani komu til skorin klæðir, nú fyribils nevndin hevði skaffað teimum bæði navn, búmerki og høvuðsstuðul, við upphædd í brævbjálva frá Eik at taka støðu til. Og nú hevur sersambandið ÍSB so fingið sítt fyrsta felag, sum millum annað ætlar sær at bjóða svimjing upp á sikt.

12032009468
Continue reading Eysturoyingar stovnað ítróttarfelag fyri brekað

Formaðurin farin á LEN-fund á Kýpros

Svimjisambands-formaðurin Jon Hestoy er sum kunnugt eisini í “Technical Open Water Committee” hjá evropeiska svimjisambandinum LEN, og er í tí sambandi farin til Kýpros í morgun, á árliga fundin hjá teimum í morgin og ovurmorgin. So um hann er eitt sindur torførur at fáa fatur í, hesar næstu dagarnar, er tað tí at hann er langt av landi skotin.

CIMG2255

Nú verður framtíðin hjá ‘superdraktunum’ avgjørd

Tað er nú 12. til 14. mars at FINA møtist í Dubai, at viðgera nýggja reglugerð um ‘superdraktir’ fyri aðru ferð, og vónandi samtykkja hana. Hetta eru stórtíðindi eisini uttan fyri okkara egnu miðlar sum t.d. SwimmingWorld Magazine, har til dømis Los Angeles Times, The Canadian Press og gulfnews.com skriva, og har niðurstøðan sum heild tikist at vera, at FINA hevur forpassað kjansin at broyta støðuna uttan at tað verður eitt ‘sirkus’. Hvat skal man til dømis gera við metini sum longu standa, og er tað veruliga so at man t.d. skal hava telduflísar í draktirnar, til at tryggja at talan er um góðkenda drakt?

Alshammar mist evropamet tí hon forsømdi dopingroyndina

Svenska Therese Alshammer svam herfyri undir evropametið í 50 firvald, á japansku stutthyljameistarastevnuni í Tokyo, men fekk tað ikki, tí at hon ikki hevði verið gjøgnum kravdu dopingtestina, innan 24 tímar eftir at hon setti tíðina. Sjálv sigur hon nú, at hon ikki hugsaði um metið fyrr enn hon var heima aftur í Sydney. Les t.d. swimnews.dk og svt.se

Tankavekjandi ráðstevna um rørslu fyri heilsuna

Fólkaheilsuráðið og ÍSF skipaðu sum kunnugt fyri almennari ráðstevnu í dag, undir heitinum “Føroyar í rørslu”. Av sonnum ein áhugaverd ráðstevna, um hvussu vit øll eiga at røra okkum í øllum førum eitt sindur, til at verja um heilsuna.

11032009392
Continue reading Tankavekjandi ráðstevna um rørslu fyri heilsuna

800 frí á veg burtur úr OL skránni?

Tað má verða nakað um tað, síðani bretska Rebecca Adlington nú alment heitir á FINA, um ikki at taka sína grein burtur úr skránni. Hon vil gjarna sleppa at verja sítt OL gull í 800 frí á Olympisku Leikum í London í 2012, men FINA er eftir øllum at døma í ferð við at skifta 800 frí hjá kvinnum út við 1500 frí, so at menn og kvinnur svimja somu greinir, og til at umganga at tað verða ov nógvar greinir á skránni. Les swimnews.dk

Forvitnislig ráðstevna í Norðurlandahúsinum, mikudagin

Fólkaheilsuráðið og ÍSF skipa í felag fyri almennu ráðstevnuna “Føroyar í rørslu“, í Norðurlandahúsinum nú mikudagin 11. mars 2009 frá kl 13 til 16:30, í sambandi við at árið í ár er rørsluár. Pál Weihe kemur at greiða frá hvussu nógv føroyingar røra seg sum er, Magni Mohr fer at greiða frá nyttuni av ymiskum venjingarhættum, finski professarin Ilkka Vuori fer at greiða frá finsku royndunum at fáa politikarar at taka undir við likamsvirknisætlanum, og svenski Bengt Sevelius fer at greiða frá hvussu ítróttarfeløgini kunnu geva sítt íkast til fólkaheilsuna gjøgnum likamsvirkni. Ráðstevnan er ókeypis, men tú mást melda til áðrenn í morgin, 9. mars kl 12:00. Les meira á www.folkaheilsa.fo