Altjóða svimjisambandið FINA hevur fyri løtu síðani kunngjørt, at HeimsMeistarastevnan fyri juniorar 2022 er avlýst, sum skuldi vera í Kazan í Russlandi í august, og at FINA ikki fer at skipa fyri nakrari stevnu í Russlandi, so leingi sum hendan kreppustøða er við russisku innrásini í Ukraina.
Joint statement of the Nordic Swimming Federations regarding the invasion of Ukraine
The Nordic Swimming Federations strongly condemn the invasion of Ukraine by the Russian government supported by the government of Belarus. We call on the international aquatics’ community, and especially FINA, to immediately suspend Russia and Belarus from all involvement in international aquatics until a peaceful resolution of this conflict. All parties should be able to take part in future sporting activities on equal terms.

Framløgur um svimjihallarætlanir hjá Runavíkar kommunu 23. februar 2022
Her eru tvær framløgur frá borgarafundi hjá Runavíkar kommunu í gjárkvøldið hin 23. februar 2022, har ið tey millum annað umrøddu ætlaða svimjihylin í økinum.

Nálir handaðar á Ægir Open 19. og 20. februar 2022
Hesir svimjarar fingu handað nál á Ægir Open nú í vikuskiftinum:
Talentnál
- Sirið Vesturtún (2011, FS) 36.74 í 50 frí (á langgeil) á SuSvim Open 27. nov. 2021
- Heiðrun Bogadóttir Enni (2010, HS) 37.03 í 50 frí (á langgeil) á SuSvim Open 27. nov. 2021
- Jórun Winther (2011, SuSvim) 36.66 í 50 frí (á langgeil) á SuSvim Open 27. nov. 2021
- Símun Sámal Joensen (2009, HS) 1:10.63 í 100 frí (á stuttgeil) á Ægir Open 19. feb. 2022
- Silas Hansen (2008, FLOT) 31.69 í 50 frí (á stuttgeil) á Ægir Open 19. feb. 2022

Innbjóðing til SuSvim-stevnu á Tvøroyri 5. mars 2022
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Suðuroyar Sparikassa stevna mars 2022” sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Tvøroyri, leygardagin hin 5. mars 2022.

Úrslit frá Ægir Open 19. – 20. februar 2022
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open Februar 2022”, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 19. og sunnudagin 20. februar 2022. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se

Úttøkuskipan til NMU 2022
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2022, sum verður í Tallinn í Estlandi hin 9. og 10. juli 2022.

Úttøkuskipan til EJM 2022
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2022, sum verður í Otopeni í Rumenia frá 5. til 10. juli 2022.

Úttøkuskipan til Bergen Swim Festival 2022
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Bergen Swim Festival 2022, sum verður í Bergen í Noregi frá 1. til 3. apríl 2022.

Kappingarskráir til Ægir Open 19. og 20. februar 2022
Her eru kappingarskráirnar til svimjistevnuna sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 19. og sunnudagin hin 20. februar 2022. Skráirnar finnast eisini her á livetiming.se
