Altjóða svimjisambandið FINA hevur fyri løtu síðani kunngjørt, at HeimsMeistarastevnan fyri juniorar 2022 er avlýst, sum skuldi vera í Kazan í Russlandi í august, og at FINA ikki fer at skipa fyri nakrari stevnu í Russlandi, so leingi sum hendan kreppustøða er við russisku innrásini í Ukraina.
Hetta var sum so væntandi, við tað at altj´óða olympiska nevndin IOC longu hevur heitt á øll altjóða ítróttasambond, um at flyta ella avlýsa øll ítróttartiltøk sum tey hava ætlanir um at hava í Russlandi ella Hvítarusslandi, vegna hesa syrgiligu støðu í Ukraina. Eini boð sum evropeiska svimjisambandið LEN fylgdi beinanvegin.
Norðurlendsku svimjisambondini høvdu nú fríggjakvøldið ein kreppufund, har vit avtalaðu at fáa skrivað eina felags yvirlýsing, ið limalondini síðani góðtóku hvør í sínum lagi. Har meldaðu vit millum annað út, at vit ikki fóru at luttaka á nakrari stevnu í Russlandi ella Hvítarusslandi, soleiðis sum støðan er.
Hetta er lítil hjálp hjá ukrainska fólkinum, sum nú stríðist fyri at yvirliva álopið úr Russlandi og Hvítarusslandi. Vit kenna fólk sum nú kroka í kjallarum, og eina avmakt um at yvirhøvur tosa um ítrótt, tá ið samrøðurnar samstundis umfata manntal, um nú tey vit kenna enn eru á lívi.
Tí er ikki hugsingur um at fara til Russlands, nú ella í nærmastu framt´íð