Elisabeth 2:21.07 og bronsu í 200 rygg á Bergen Swim Festival 2022

Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag megnaði nú í kvøld at svimja seg til bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2022, tá ið hon í A-finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:21.07. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:19.88 frá Edinburgh International Swim Meet í mars mánaða.

Úrslit frá finalunum 2. dag á Bergen Swim Festival 2022

Tey eru liðug við 2. dag á Bergen Swim Festival 2022, har vit høvdu 3 føroyingar í finalu.

  • í 200 blandað setti Eyðrið Mortensen (2003) úr Havnar Svimjifelag persónligt met, tá ið hon í B-finaluni varð 3. skjótast við tíðini 2:27.98. Besta tíð hjá henni áðrenn hetta, var 2:28.98 frá Reykjavík International Games í januar
  • í A-finaluni í 200 bringu varð Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir 8. skj´ótast við tíðini 2:45.83. Besta tíð hjá henni er 2:44.98 frá NMU í Klaipeda í fjør summar, sum hon eisini kláraði at svimja í innleiðandi nú í dag
  • í A-finaluni í 100 rygg varð Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag skjótast við tíðini 1:06.58. Besta tíð hjá henni er 1:04.67, frá EJM í Róm í fjør summar

Føroyingar í finalu eisini 2. dag á Bergen Swim Festival 2022

Hóast kappingin er sera hørð á Bergen Swim Festival 2022, so stinga føroysku svimjararnir eisini seg upp í millum viðhvørt. Í morgun svumu tey aftur um at koma í finalur seinnapartin, har hesar svumu seg víðari:

B-finalurnar byrja kl 16:00, føroyska tíð, og A-finalurnar kl 17:00. Úrslitini fara at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se, við stroyming her

Úrslit frá fyrstu finalum á Bergen Swim Festival 2022

Fyrstu finalur vóru avgreiddar í gjárkvøldið á Bergen Swim Festival 2022, har eisini føroyingar luttóku. Úr Bergen frætta vit at svimjararnir vóru eitt sindur tungir í gjáramorgunin, men at tað gekk betur í finalunum og so betur aftur í morgun.

  • í A-finaluni í 400 blandað svam Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag seg til eitt 7. pláss við tíðini 5:26.49. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 5:26.16 frá NMU í Klaipeda í fjør summar
  • í B-finaluni í 200 firvald svam Jonna Joensen (2005) úr Ægir seg til eitt 1. pláss við tíðini 2:34.90. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:31.17 fr´a Føroyaleikum í fjør summar
  • í B-finaluni/fjórðingsfinaluni í 50 rygg svam Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag seg til eitt 6. pláss við tíðini 30.78. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 30.17 frá EJM í Róm í fjør summar

Føroyingar í finalur á Bergen Swim Festival 2022

Tey eru nú liðug við fyrsta umfar av innleiðandi riðlum á Bergen Swim Festival 2022, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag svam seg í A-finalu í 400 blandað, meðan Jonna Joensen (2005) úr Ægir og Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag svumu seg í B-finalur, Jonna í 200 firvald og Elisabeth í 50 rygg. Sí úrslitini her