Team Danmark sendi herfyri 40 úrvalssamskiparar úr 18 úrvalskommununum og nøkrum ítróttarsambondum til Niðurlond at heinta hugskot og inspiratión. Eitt sum tey serliga løgdu til merkis, var at niðurlendingar ikki á sama hátt sum danir (og føroyingar?) síggja úrval og breidd sum kappingarneytar hjá hvørjum øðrum, men heldur sum fyritreytir fyri hvørjum øðrum.
Continue reading Í Niðurlondum er breidd og úrval tvær síður av somu sak
Over & Under, ein sjónvarpsrøð um svimjing
Ontracc LCC lanserar í mai eina sjónvarpsrøð um svimjing, har fylgt verður við liðnum hjá Arizona State University (ASU), frá tí at tey byrja við landvenjing tíðliga um heystið, til tey fara til “spring conference” meistarastevnuna um várið. Umframt “their journey to rebuild the legendary swim program after a series of state-wide budget cuts threatened the team’s very existence”. Sniðið er sum í reality show sendingum, “but without the gimmicks”. Fylgið við á www.facebook.com/overandunder, og lesið Kast-A-Way Blog
Tveir svimjarar afturat tiknir fyri doping
Týski bringusvimjarin Sonja Schöber er dømd 1 ára karantenu av antidopingmyndugleikunum, tí hon hevði óreguliga høg virði av mannliga kynshormoninum testosterone, og kann møguliga vænta sær 1 ár afturat frá FINA. SwimNews.com sigur frá keldum í Evropa, at tey halda tað vera møguliga vegna okkurt kosttilskot sum hon hevur tikið, meðan til dømis Focus skrivar frá Schöber sjálvari, at hon var á einari heilt serligari diæt tá upp undir týsku meistarastevnuni í november 2009, tá ið hendan dopingroynd er frá. Einki kolvæti men bara protein um kvøldið, tí hon skuldi tapa eini 6-5 kilo, nú draktirnar ruku. Í India hevur ein Naskar Uma Pada fingið 2 ára karantenu, fyri at hava tikið Mephentermine, sum sambært Wikipedia er okkurt sum fyrr varð brúkt í nasaspray. Sambært ScienceDirect kann hetta mephentermine koma av at íðkarin hevur tikið Oxethazaine, sum sambært Wikipedia er okkurt slag av lokalt doyvingarevni sum man tekur í seg gjøgnum munnin, og sum millum annað verður brúkt í India.
Continue reading Tveir svimjarar afturat tiknir fyri doping
Stjørnurnar flokkast aftur á Bergen Swim Festival
Árliga Bergen Swim Festival verður nú 7. – 9. mai 2010, við 250.000 norskum krónum í premiupottinum, og luttøku av altjóða nøvnum úr serliga Skandinavia. Á heimasíðuni www.bsf.no skriva tey at tey sjálvsagt vænta luttøku av allari norsku elituni, við Alexander Dale Oen og Gard Kvale á odda, og at luttakarar annars eru til dømis Lotte Friis, Rikke Møller Pedersen, Jeanette Ottesen og Mads Glæsner úr Danmark, Stefan Nystrand og Petter Stymne úr Svøríki, og Aschwin Wildeboer úr Spania. Cameron van der Burgh skuldi eftir ætlan eisini luttaka, men er sum Pál og Jón í síðstu viku øskufastur í Suðurafrika, av tí at gosið í Íslandi viðførdi so stórar seinkingar har suðuri. Les her á SwimNews.com
De Paula tikin fyri doping
Antidoping-myndugleikarnir hava staðfest vatndrívandi evnið Furosemide í dopingroynd hjá brasilsku Daynara de Paula frá suðuramerikansku meistarastevnuni í Medellin í seinasta mánaða, og hon kann tí vænta sær tvey ára karantenu. Okkurt heilsuumboð hjá brasilska svimjisambandinum sigur at hon møguliga hevur fingið tað av óvart frá onkrum tablettum sum hon keypti á einum apoteki, og undrast annars á at hon verður tikin fyri hetta evnið, við tað at tað ikki hevur positiva árin á ítróttaravrikið hjá svimjarum. Til tað skrivar Craig Lord á SwimNews.com, at hóast vatndrívandi evni vanliga verða brúkt til skjótt vekttap í ítróttum við vektklassum sum boksing, so verður tað eisini brúkt til at skola út spor av øðrum dopingevnum, sum til dømis anabolsk steroid. De Paula kann altso hava tikið tað sum ein roynd at fjala aðra doping.
Esbjerg-svimjari deyðasjúkur av meningitis
Jyske Vestkysten skrivar í dag at ein 18 ára gamalur svimjari úr Esbjerg er innlagdur á sjúkrahúsi í Odense við heilahinnubruna, sum fyri 16 døgum síðani var við til at vinna donsku meistarastevnuna fyri lið. Venjari hansara Bo Jacobsen sigur við blaðið: “Det burde jo slet ikke være muligt, at en ung fyr, der er i topform, nu ligger og svæver mellem liv og død.” Vanligastu tekin uppá heilahinnubruna (meningitis) er høgur fepur og stívleika í nakkanum, og bestu ráð eru tá at fara beint á sjúkrahúsið. Les her á jv.dk.
Maglione berjist fyri at fáa størri part av OL pengunum
FINA forsetin Julio Maglione stríðist í løtuni sambært SwimNews.com og AP fyri at svimjingin skal fáa størri part av teimum 375 milliónum dollarunum fyri sjónvarpsrættindum til OL, enn tær 18.73 milliónir dollararnar sum svimjingin í løtuni fær bjóðað. Til samanberingar fær frælsi ítrótturin sum OL ítróttargrein nummar 1 nærum tað dupulta, 35.77 milliónir dollarar, og fótbóltur, kurvabólt, súkkling, fimleikur, tennis og flogbóltur tað sama sum svimjingin. Maglione heldur at hetta býti ikki reflekterar veruleikan í dag, har Phelps til dømis vann metnógv 8 gullheiðursmerki í 2008, og har atgongumerkini til svimjing konsekvent eru tey fyrstu sum verða útseld.
Continue reading Maglione berjist fyri at fáa størri part av OL pengunum
Ætlar at svimja 40 tímar út í eitt
23 ára gamla Zhang Jie ætlar sær í august at svimja tvørtur um Khanka sjógvin í Kina, ið við sínum 80 kilometrum tá er met fyri langteinasvimjing hjá kvinnum á sjónum. Hon ætlar sær at læra at eta og sova meðan hon svimur, og sigur annars at um hon klárar tað, so væntar hon at ikki ræðast nakað restina av lívinum. Les swimnews.com
(Khanka sjógvurin í Kina og Russlandi. Handan hvíta strikan er markið millum londini)
Continue reading Ætlar at svimja 40 tímar út í eitt
Kunning um FM/JM 2010
Svimjinevnd SSF hevur í kvøld sent út viðfesta skriv um komandi Føroyarmeistarastevnu / Juniormeistarastevnu 2010, við upplýsingum um tíðarætlan, tilmeldingarkrøv og líkandi. Tilmeldingarfreistin er mánakvøldið 10. mai 2010 kl 21:00.
Haljand testar Nystrand og Lillhage í Svøríki
Eitt lítið videobrot her av svt.se, sum varð víst í svenskum sjónvarpi sunnudagin. Estiski professarin Rein Haljand testar her svensku svimjistjørnurnar Stefan Nystrand og Josefin Lillhage, við somu útgerð og mannagongd sum vit eisini hava sæð her heima. Eftir øllum at døma var Nystrand upprunaliga bedrøviligur til at svimja firvaldabein undir vatni, men klárar nú teir ætlaðu 10 metrarnar uppá 4 sekund. Og Lillhage skal læra at svimja títtari.

