Tveir svimjarar afturat tiknir fyri doping

Týski bringusvimjarin Sonja Schöber er dømd 1 ára karantenu av antidopingmyndugleikunum, tí hon hevði óreguliga høg virði av mannliga kynshormoninum testosterone, og kann møguliga vænta sær 1 ár afturat frá FINA. SwimNews.com sigur frá keldum í Evropa, at tey halda tað vera møguliga vegna okkurt kosttilskot sum hon hevur tikið, meðan til dømis Focus skrivar frá Schöber sjálvari, at hon var á einari heilt serligari diæt tá upp undir týsku meistarastevnuni í november 2009, tá ið hendan dopingroynd er frá. Einki kolvæti men bara protein um kvøldið, tí hon skuldi tapa eini 6-5 kilo, nú draktirnar ruku. Í India hevur ein Naskar Uma Pada fingið 2 ára karantenu, fyri at hava tikið Mephentermine, sum sambært Wikipedia er okkurt sum fyrr varð brúkt í nasaspray. Sambært ScienceDirect kann hetta mephentermine koma av at íðkarin hevur tikið Oxethazaine, sum sambært Wikipedia er okkurt slag av lokalt doyvingarevni sum man tekur í seg gjøgnum munnin, og sum millum annað verður brúkt í India.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.