Tey byrja aftur kl 18 í kvøld, og eru rættiliga nógvir føroyingar í finalunum

Tey byrja aftur kl 18 í kvøld, og eru rættiliga nógvir føroyingar í finalunum
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði nú á døgverða at seta nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025, sum fyrsti svimjari hjá okkum í 4×50 blandað fyri kvinnur, svam seg til úrslitið 28.45. Hon átti sjálv føroyska metið á 28:49, frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023.
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 27.93. Róland Toftum átti metið á 28.30, meðan besta tíð hjá Bartali var 28.38 áðrenn hetta, frá NM 2023. Bartal er sostatt eisini fyrsti føroyingur nakrantíð undir 28 sekund í 50 bringu. Sí úrslitalistan her
Her er ein skjót samanbering við úrslitini frá seinastu Oyggjaleikum, á Guernsey í 2023. Til nú eru vit frammanfyri – men her eru tríggir dagar eftir.
Tey byrja aftur við innleiðandi riðlum frá kl 10 Orkney og føroyska tíð
Fyrsti dagur er farin afturum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey føroysk met varð tað til, umframt tvey føroysk landsliðsmet, eitt føroyskt juniormet og tvær gull, tríggjar silvur og tríggar bronsur
Og tá settu svimjararnir tvey føroysk met, eitt juniormet og eitt landsliðsmet eisini í innleiðandi riðlunum, so at tey tilsamans vórðu fýra føroysk met, tvey føroysk juniormet og trý føroysk landsliðsmet.
Føroysku kvinnurnar megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt landsliðsmet á Oyggjaleikum 2025, tá ið tær í 4×50 frí svumu seg til úrslitið 1:46.71. Landsliðsmetið var 1:46.77 frá í morgun, og áðrenn tað 1:46.86 frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019. Sí úrslitalistan her
Alisa Vestergård (2003, SuSvim) megnaði í dag at vinna silvur á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 200 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 2:04.98. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:04.29 frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023. Sí úrslitalistan her
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt met og juniormet á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 32.22. Hon átti sjálv metini á 32.42 frá í morgun, og áðrenn tað 32.64 frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at vinna silvur við stórum føroyskum meti á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 1:00.51. Hann átti sjálvur føroyska metið á 1:01.85 frá í morgun, og áðrenn tað á 1:02.08, frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her