Luttakaralistar og úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023

Havnar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuna HS Open Mars 2023, í Svimjihøllini í Gundadali. Hetta er næstsíðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2023, á svimjistevnu her heima í Føroyum.

Luttakaralistarnir síggjast her og úrslitini her. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se

World Aquatics og LEN broytt junioraldurin hjá kvinnum

Altjóða svimjisambandið World Aquatics broytti herfyri junioraldursbólkin hjá kvinnum, at frá nú vera tær sum fylla millum 14 og 18 ár í viðkomandi kalendaraári, heldur enn 13 til 17 ár. Harvið hava juniorgentur og dreingir sama aldur, har tað til nú hevur verið forskotið við einum ári.

Continue reading World Aquatics og LEN broytt junioraldurin hjá kvinnum

Nýggj svimjinevnd skipað

Sum lýst í sambandi við kalendarafundin herfyri, so høvdu Bjørg Jensen og Jón Bjarnason tá bjóðað seg fram til at vera nýggj svimjinevnd, og hevur Rakul Arnfríð Dam nú eisini bjóðað seg fram.

Nýggja svimjinevndin hevði fund her í vikuni, og hava tey skipað seg soleiðis:

  • Bjørg Jensen, forkvinna
  • Jón Bjarnason, næstformaður
  • Rakul Arnfríð Dam, nevndarlimur/skrivari

Nýggja svimjinevndin er longu farin til verka, við m.a. fyrireiking av innbjóðingini til ABMS 2023.

Elisabeth 1:04.62 og í C-finalu á TYR Pro Swim Series 2023 í Fort Lauderdale

Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg fyri løtu síðani í 100 metra ryggsvimjing á TYR Pro Swim Series 2023 stevnuni í Fort Lauderdale, og svam seg tá víðari til C-finalu við tíðini 1:04.62. Hetta er persónligt met hjá Elisabeth, í mun til hennara 1:04.67 frá EJM í Róm í 2021. Stroymingin sæst her á YouTube

Elisabeth 2:17.59 í 200 rygg í C-finalu á TYR Pro Swim Series 2023 í Fort Lauderdale

Elisabeth Erlendsdóttir svam seg í gjár til C-finalu í 200 metra ryggsvimjing á TYR Pro Swim Series 2023 stevnuni í Fort Lauderdale, og varð har nr 2 av teimum 8 sum svumu í C-finaluni, við tíðini 2:17.59. Sí stroyming her

Continue reading Elisabeth 2:17.59 í 200 rygg í C-finalu á TYR Pro Swim Series 2023 í Fort Lauderdale

Elisabeth 2:22.73 í 200 rygg á TYR Pro Swim Series 2023 í Fort Lauderdale

Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg fyri løtu síðani í 200 metra ryggsvimjing á TYR Pro Swim Series 2023 stevnuni í Fort Lauderdale, Florida, og svam seg tá til úrslitið 2:22.73. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:19.88 frá Edinburgh International Swim Meet í mars 2022. USA Swimming stroymdi frá kappingini her