Elisabeth Erlendsdóttir svam seg í gjár til C-finalu í 200 metra ryggsvimjing á TYR Pro Swim Series 2023 stevnuni í Fort Lauderdale, og varð har nr 2 av teimum 8 sum svumu í C-finaluni, við tíðini 2:17.59. Sí stroyming her
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/03/tpss2023-elisabeth-200-rygg-4.jpg?resize=600%2C338&ssl=1)
Hetta er persónligt met hjá Elisabeth, í mun til hennara 2:19.88 frá Edinburgh International Swim Meet í mars 2022, og er hon nú hin næstskjótasta føroyska nakrantíð í hesi grein, aftanfyri Signhild Joensen á 2:14.01.