Yannick Agnel er stóra stjørnan á EJM í Helsinki

SwimmingWorld Magazine skrivar her um evropeisku juniormeistarastevnuna sum verður í Helsinki í Finnlandi, nú teir komandi dagarnar. Franski Agnel verður skýrdur “star attraction”, saman við Silke Lippok úr Týskandi og Anton Lobanov úr Russlandi, umframt tildømis Elisa Thimm úr Týsklandi og Henrietta Stenkvist úr Svøríki.

Tey lýsa evropeisku meistarastevnuna sum barometur fyri framtíðar styrki hjá evropeisku svimjitjóðunum, og fyri hvør sum verður nakað bæði í evropeiskari og alheims svimjing. Lisin er langur yvir svimjarar sum vunnu fyrst EJM og seinni altjóða heiður, sum til dømis Rebecca Adlington úr Bretlandi, Laure Manaudou úr Fraklandi, Paul Biedermann úr Týsklandi, Yulia Efimova úr Russlandi, Mateusz Sawrymowicz, Laszlo Cseh úr Ungarn, Milorad Cavic úr Serbia, Hanna-Maria Seppala úr Finnlandi og Rafael Munoz Perez úr Spania.

The vast majority of European medalists on the International stage have either won or medaled at the European Junior Champs beforehand. Whilst winning a medal at European Juniors does not guarantee future success, you can pick out swimmers from each of the last 10 years that have all gone on to achieve success at senior international level. For some, success follows in a matter of months.

Fylgið við á www.helsinki2010.fi, hesar komandi dagarnar. Til ber at síggja kappingina LIVE á www.poltiming-live.com, vist nokk ókeypis við bara at skráseta seg, ella í hágóðsku við at gjalda eitt sindur.

One thought on “Yannick Agnel er stóra stjørnan á EJM í Helsinki”

  1. Um ein leitar ígjøgnum seedinglistan eftir Top’3 rangeraðum norðurlendingum, so finnast nøkur fá í ár.

    Sverre Næss er norrmaður, hann vann á Alex Dale Oen til NM á langbana seinastu viku. Hann svam 2:13,77 í 200m, og 1:02,04 í 100m bringu. Hetta rangerar hann í top’3, men ikki eftir tilmeldingartíðunum sum eru eitt sindur gamlar

    Danmark hevur Emmu Amalie Thomsen í 800m frí, hon liggur sum nr.2

    Sviar hava Henriettu Stenkvist í 100 og 200m rygg. Hon liggur rangera sum nr.2

    Estland hevur onkan í Top’4, og Finnland í Top’6, Ísland er longur vekk, og tað sama við okkum úr Føroyum.

    Tað hoyrdist at tað vóru fleiri føroyskir svimjarir sum vóru betur enn Pál Joensen. Pál vann 3 gull til EJM. So her kemur skjótt onkur og vinnur 4 gull ella hvat? Vita føroyskir svimjarir og venjarir hvat skal til? Ella eri hesi betur til okkurt annað enn at svimja? Ja eg havi mangan hugsa um hetta síða eg hoyrdi um tað.

    Vónandi skilja fólk, at tað er ikki nokk at fara til DÅM og klára Top’3 og so halda at tað heldur til EJM. Tú skal klára teg væl til DÅM uttan at venja sum tey gera á 1. liðið. Tú skal SMYRJA øll av til NJM, fyri bara at hugsa um heiðursmerkir til EJM, og so skal venjast og livast so ótrúliga nógv betur og kontrolera enn vanligt fyri at liva dreymin út og vinna EJM gull.

    Finnast tað fleiri í Føroyum sum klára tað? Ikki bara droyma um tað, tí har byrjar tað jú, men hava viljan, evnini og ikki at gloyma stuðul og umstøðurnar til tað?

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.