Video hjá Jón Bjarnasyni, frá tá ið Pál fekk sítt gullheiðursmerki í Moskva.
Jón filmaði finaluna í 400 frí
“Jón Bjarnason exclusive”: Finalan í 400 metra frísvimjing á World Cup í Moskva, front seat við viðmerkingum frá venjaranum hjá gullvinnaranum, og hepp frá mammuni 🙂
Joensen er yvirskriftin á SwimNews.com í kvøld
Man verður jú heilt heitur um hjartað, tá ið yvirskriftin á eini av teimum báðum heilt stóru svimjiheimasíðunum er “Joensen Flies Faroes Flag In Moscow“, um hendan fyrsta dagin á World Cup stevnuni í Moskva. Lesið her á SwimNews.com.
Hero of the Faroes, Pal Joensen, European l/c silver medallist over 1,500m free in the summer, took the 400m free in 3:45.56 ahead of home hopes Evgeny Kulikov, 3:45.83, and Alexander Selin, 3:46.29.
Heiðursmerkjahandan 1500 frí í Berlin
So kom hon eisini upp á pláss, eitt sindur seinkað. Trupulleikin hjá okkum amatørum er konsekvent netsamband, so bíða bara til vit ein dag hava flatrate internet yvir fartelefon 🙂
GULL Í MOSKVA
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen vann í dag gull í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Moskva. Tíðin hjá honum var 3:45.56, eitt vet frá tíðini tá ið hann í somu grein vann silvur í Berlin, men tó á allan hátt góðtikið, við tað at talan var um taktiska svimjing.
Heiðursmerkjahandanin í 400 í Berlin
Endiliga fekk Bjarnason videoina upp, sum hann filmaði í Berlin. Sum hann sjálvur viðmerkir á YouTube: “I had to wait until World Cup in Moscov to upload the video. Internet connection in Berlin was horrible. Russia to the rescue.”
Fraklendingar vilja forbjóða svimjing um Ermasund
Franskar vaktartænastur ynska at fáa svimjing um Ermasund forbjóðaða, av tí at tað sambært teimum bara er ein spurningur um tíð, áðrenn onkur svimjari verður dripin av einum av teimum góðum 500 skipum, sum dagliga sigla ígjøgnum sundið. Tað er annars ein av teimum veruliga tiltiknu havsvimjingunum, sum meira enn 800 svimjarar hava gjøgnumført, síðani 1927. Les t.d. jp.dk og Telegraph.co.uk
Pál í 400 finalu við triðbestu tíð
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen luttók í morgun á World Cup stevnuni í Moskva, í innleiðandi riðlunum í 400 metra frísvimjing. Tað gekk so mikið væl, at hann kom í finaluna við triðbestu tíð.
Continue reading Pál í 400 finalu við triðbestu tíð
Startlistin til 400 í Moskva klárur
So er startlistin til World Cup í Moskva endiliga tøkur, fyri kappingarnar sum verða í morgin árini. Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíð í 400 frí, við tilmeldingartíðini 3:40.12 frammanfyri russisku Aleksandr Selin á 3:44.29, Victor Polyakov 3:44.82 og Alexander Shimin á 3:44.84. Startlistin til 1500 metra frí er ikki tøkur enn, men um vit gita at teir flestu av teimum eisini royna seg í 400 frí, so sær tað eisini heilt hampuliga gott út har.
Mie Ø. Nielsen 1:59.66 í 200 frí
Unga Mie Ø. Nielsen megnaði á “Vestdanske Kortbanemesterskaber” í vikuskiftinum at svimja 200 frí uppá 1:59.66, sum var skjótari enn nakar juniorur ella seniorur á bæði vesturdonsku og eysturdonsku meistarastevnuni. Tíðin er bara 0.17 hundraðpartar frá danska juniormetinum hjá Lotte Friis, hóast at Mie sum árgang 1996 hevur ríkiliga tíð eftir í juniorbólkinum. Mie luttekur á World Cup í Stokkhólmi í vikuskiftinum, í netupp 200 frí, umframt í 400 frí, 100 rygg og 200 rygg.