Startlistin til 400 í Moskva klárur

So er startlistin til World Cup í Moskva endiliga tøkur, fyri kappingarnar sum verða í morgin árini. Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíð í 400 frí, við tilmeldingartíðini 3:40.12 frammanfyri russisku Aleksandr Selin á 3:44.29, Victor Polyakov 3:44.82 og Alexander Shimin á 3:44.84. Startlistin til 1500 metra frí er ikki tøkur enn, men um vit gita at teir flestu av teimum eisini royna seg í 400 frí, so sær tað eisini heilt hampuliga gott út har.

Pál Joensen í "Olimpiyskiy"

Hetta er ikki vanligt á okkara leiðum, at startlistin kemur so seint, men soleiðis gera tey eftir øllum at døma í Russlandi. Vit í Svimjisambandinum fingu svar í dag uppá beinleiðis fyrispurning frá í vikuskiftinum, at startlistin fór at vera tøkur eftir tekniska fundin, sum annars ikki verður hildið at vera serliga optimalt, við tað at venjarar og leiðarar tá ikki hava serliga góða tíð at nærlesa hann áðrenn fundin. Men soleiðis er tað nú einaferð, og lukkutíð eru tað ikki vit sum hava 20 svimjarar við á stevnuni.

Startlistarnir her fyrsta dag vísa tað sum Jón Bjarnason hevði frætt, at tað serliga er ein rúgva av (klassa-)svimjarum úr Russlandi sum luttaka á World Cup í Moskva. Har eru tó eisini stór nøvn uttanífrá sum til dømis suðurafrikansku Darian Townsend og Roland Schoeman, norski Alexander Dale Oen, danska Jeanette Ottesen, polski Pawel Korzeniowski, týski Steffen Deibler, hálendska Hinkelen Scheuder og amerikanska Julia Smit, umframt nærmast sjálvsagt svenska Therese Alshammar og brasilski Thiago Pereira, sum skulu forsvara sína World Cup leiðslu um at vinna hvør sínar 100.000 amerikanskar dollarar.

Um vit skulu royna at gita okkum til finaluna í 1500 frí, so eru nøvnini vælsagtans aftur Pál Joensen og russiski Alexander Shimin, sum báðir luttóku í Berlin, umframt russisk nøvn sum Sergey Bolshakov, Nikolay Bulakhov, Evgeny Kulikov og Victor Polyakov, sum rangeraðu høgt millum russar í 1500 frí í fjør. Hasin amerikanski Nick Silverthorn hevur eisini svomið 400 og 1500 í Berlin í vikuskiftinum, men hevði tá ov veika tilmeldingartíð til at sleppa við í sjálva finaluna.

Møguleikin er sjálvsagt til staðar, at onkur eyka kemur inn at svimja bara 1500, ella at onkur harður hálsur kemur frá kappingini í 200 firvald ella 400 blandað, heldur enn frá 400 frí. Men hetta sær nokk so gott út (banka undir borðið), at Pál skal svimja kanska við Alexander Shimin sum høvuðsmótstøðumann, sum var einasta umboð fyri Russland í 1500 metra frí í Berlin, og sum tá svam ‘bara’ 15:01.84 í mun til teir 14:47.39 hjá Páli.

Sambært kunningini frá FINA byrja innleiðandi riðlarnir í morgin kl 10:00 russiska tíð, sum er kl 07:00 føroyska tíð (t.e. kl 06:00 iPhone 4 tíð :-). Finalurnar standa til at byrja kl 17:00 russiska tíð, sum er klokkan klokkan 14:00 í Føroyum. Og 400 frí er sum í Berlin rættiliga langt inni í skránni, so at klokkan verður í øllum førum 08:00 her í Føroyum í morgin árini, áðrenn Pál svimur fyri fyrstu ferð.

One thought on “Startlistin til 400 í Moskva klárur”

  1. Hetta skrivar svenski parturin av http://www.simma.nu, at Evgeny Kulikov vann russisku meistarastevnuni í Volgograd, vælsagtans í vikuskiftinum, við tíðini 14:58.33. Ikki so galið, tí Shimin kláraði heldur ikki meira enn 15:01.84 í Berlin, og so er stóri spurningurin væl ‘bara’, hvørjir útlendingar sum leggjast afturat russunum í finaluni í 1500 frí í Moskva.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.