Stutt heilsan úr Stokkhólmi

Hey tit, bara ein stutt heilsan higani úr Stokkhólmi, nú meðan Jón og hini eru yviri og venja. Vit eru komin gott upp á pláss, eru í gongd við triðju venjing, og tykjast klár til kappingar í morgin árini. Nógv spennandi fólk, og nógvar góðar myndir at taka, men tíverri trupulleikar við at mína egna telda hevur checkað út 🙂
Continue reading Stutt heilsan úr Stokkhólmi

Pál ein av teimum ‘worthy’ ungu, sambært LEN Magazine

Craig Lord skrivar rættiliga rósandi í nýggjasta “LEN Magazine” hjá evropeiska svimjisambandum, at Pál Joensen er ein av teimum svimjarum árgang 1990 og yngri, sum tað er vert at halda eyga við.

but among a group of mainly 20 and unders who proved themselve worthy of a world top 10 place in 2010, keep an eye on the following: Pal Joensen (FAR) and Roberto Pavoni (GBR) from Europe as well as …

pal-a-promising-youth

Lotte Friis fekk heilaskjálvta undir venjing

Lotte Friis fekk heilaskjálvta undir venjing týsdagin, tá ið hon í landvenjingini kastaðin ein medisinbólk á 3 kilo inn í veggin, og hugdi burtur tá ið hann kom aftur. Hon ætlar sær tó enn at luttaka á World Cup í Stokkhólmi í vikuskiftinum, nýliga afturkomin av 3 vikur hæddarlegu í Suðuramerika. Lesið her á dr.dk.

Janet Evans venur aftur ?

Nú hoyrist mutl úr USA, at 39 ára gamla Janet Evans er farin at venja aftur, hjá Mark Schubert, við amerikansku úttøkustevnuna til OL sum mál. Sum tey skriva her á Swimnetwork, “the greatest distance swimmer in history”, sum átti heimsmetið í 800 frí í 19 ár, frá 1989 til Rebecca Adlington tók tað í superdrakt á OL í 2008, og sum ‘bara’ skal klára at svimja 8 sekund frá sínari bestu tíð í 800 frí, til at koma við til OL í London.

Speed Endurance gleðir seg til Rouault vs Joensen

Tom Willdridge á Speed Endurance Swimming Blog gleðir seg til serliga fimm dystir á World Cup í Stokkhólmi, har bara tann eini millum Rouault og Joensen er ein verulig ‘mano a mano‘ holmgonga:

Sebastien Rouault vs Pal Joensen – 1500m Free

After their epic battle in Budapest this summer, we’ll get to see Rouault v Joensen Part II. In one of the best races of the European Champs, Joensen led for 1350m with Rouault trailing by up to 3 seconds during the race, however the Frenchmen reeled in Joensen to win in a time of 14:55.17 to 14:56.90.

Joensen on home turf (kind of, still in Scandinavia) has his chance for revenge and has more SC racing this year under his belt, Rouault though is a product of the US collegiate system won’t have any problems in SCM.
Continue reading Speed Endurance gleðir seg til Rouault vs Joensen

Pál bardi russisku bjørnina

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen vann í dag aftur gull í Moskva, í 1500 metra frísvimjing á FINA World Cup stevnuni har. Hetta er næsta gull sum hann vinnur í Moskva í ár, og annað ár á rað at hann vinnur gullheiðursmerkið á 1500 metra teininum. Pál hevur til nú vunnið 2 gull og 2 silvur á World Cup stevnunum í ár, sum er eitt gullheiðursmerki meira enn hann vann í fjør, longu áðrenn hann hevur luttikið á stevnuni í Stokkhólmi.
Continue reading Pál bardi russisku bjørnina

Reglulig svimjing minkar um stress og verjir ímóti forkølilsi

Granskarar úr North Carolina í USA hava staðfest, at fólk ið venja fysiskt 5 ella fleiri dagar um vikuna eru bara helvtina so ofta sjúk, sum tey ið venja 1 ferð um vikuna ella minni. Og vit í svimjingini fáa eina heilsu við frá granskarunum: “Exercise like swimming is fantastic for reducing stress which helps maintain a healthy body”. Lesið her á swimming.org.

So er startlistin til 1500 í Moskva klárur

Nú hava russarar endiliga frígivið startlistan til finaluna í 1500 metra frísvimjing á World Cup í Moskva, og Pál hevur lukkutíð sum væntað bestu tilmeldingartíð, 14:32.12 frá World Cup í Berlin í fjør, í mun til 14:44.23 hjá næstbesta russiska Sergey Bolshakov frá EM í Istanbul í fjør, báðar svomnar í superdrakt.
Continue reading So er startlistin til 1500 í Moskva klárur