Albertslund kommune stuðlar VAT fram ímóti OL í 2012

Danska svimjifelagið Vestegnens Aqua Team (VAT) hevur fingið 59.000 krónur í stuðli frá Albertslund Kommunu, til at royna at fáa minst tveir av sínum svimjarum við til OL í London í 2012. Tey fimm bestu hjá teimum eru sambært SwimNews.dk í løtuni Mads Glæsner, Micha Østergaard, Amalie Emma Thomsen, Morten Klarskov og Daniel Skaaning. Mads Glæsner og Micha Østergaard vóru bæði við til OL í Beijing í 2008. Les Albertslund Posten.

AIF havde søgt om i alt 80.000 kroner i tilskud fra Albertslund kommune, men Kulturudvalget indstillede, at klubben skal have 59.000 kroner, hvoraf en del skal bruges til deltagelse på eliteudviklingsdage og kurser efter nærmere anvisning.

Trine Gudnitz hevur bara frí jólaaftan

23 ára gamla Trine Gudnitz trenar 25-30 kilometrar dagliga, 6 tímar um dagin, á NTC undir leiðslu av Paulus Wildeboer, allar dagar um árið uttan 24. desember, umframt at lesa á universiteti. Alt til at royna at koma við til OL í London í 10 km ‘open water’ svimjing fyri Danmark. Hon royndi eisini at kvalifisera seg til EM í Budapest í summar, men kom bara nær kravtíðini við tíðini 2:11.00 í 10 km ‘open water’ stevnu í Barcelona. Gudnitz sigur um ‘open water’ svimjingina, at hon har ofta er yngst, í mun til at vera elst í svimjihyljunum. Les SwimNews.dk

Jeg fik at vide, at det er her, jeg har størst talent. Men jeg kan også bedre lide åbentvands- stævnerne , hvor der er en helt anden stemning og svømmerne er ældre. Ved konkurrencer i bassin er jeg næsten altid den ældste -på åbent vand er jeg en af de yngste.

Svimjarar brúka bara sína frítíð ørvísi

Skilagóð dáma hendan 15 ára gamla Kia Hansen, sum síðsta hósdag varð kosin ársins ítróttarnavn í Køge Kommune. Hon droymir um at gerast besti svimjari í Danmark, og gongur tí á ítróttarskúla og venur umleið 20 tímar um vikuna, tilsamans umleið 1040 tímar um árið; til her og nú at koma í finaluna á NJM í desember, og upp á sikt at koma við til OL í Rio í 2016.

“Jeg føler virkelig ikke, at jeg har opgivet noget for svømningen. Det er selvfølgelig et faktum, at jeg ikke har så meget fritid som alle andre teenagere, men det betyder ikke så meget for mig. Faktisk så har jeg jo fritid, jeg har bare valgt at bruge den på svømningen, og det er at valg, som jeg er sikker på aldrig at ville fortryde”.

Svimjari sogin út gjøgnum undirvatnsvindeyga

Ein ungur svimjari fekk skaða, tá ið undirvatnsvindeygað í svimjihylinum á Jefferson High School í Wisconsin nú mánadagin brotnaði , og svimjarin tí varð sogin út úr hylinum og niður á gólvið. Svimjivenjarin varð eisini sogin út gjøgnum vindeygað, tá ið hesin fór í hylin og yvir til vindeygað at royna at hjálpa næminginum. Vindeygað hevði ongantíð verið skift út, síðani svimjijhylurin varð bygdur í 1967. Lesið her á wdtimes.com og sí video á channel3000.com.

Heimsins størsta sjósavn er í Georgia

Georgia Aquarium er heimsins størsta sjósavn við 31.000 m3 av salt- og feskvatnsbúrum, ið tilsamans hýsa meira enn 100.000 eintøk av 500 ymiskum djórasløgum. Mest tiltiknu djór eru nokk teir ungu hvalahávarnir, heimsins størsta hávaslag, umframt nakrir hvítfiskar (beluga-hvalir) sum síggjast í videoini niðanfyri.

the world’s largest aquarium // ATL.GA from stillmotion on Vimeo.

Aleshin og Giminski fingið dopingbann

Russiski Evgeny Aleshin og poliski Lukasz Giminski hava fingið hvør sína 2 ára dopingkarantenu, tí at teir tríggjar ferðir ikki hava sent inn upplýsingar til WADA um hvar teir vóru, innanfyri eina 18 mánaðar periodu. Aleshin vann bronsu í 200 rygg á EM í Istanbul í fjør, men er síðani givin at svimja. Antidopingreglurnar krevja, at svimjarar sum eru í ‘whereabouts’-skipanini skulu fráboða skipanini um tey gevast, og áleggur teimum tá eina karantenu á 1 ár ífall tey byrja aftur. Les her á SwimmingWorld Magazine.

Nýsæland droppar høvuðsvenjaran vegna balladuna við Burmester

Swimming New Sealand váttar í dag sambært NZPA, at Mark Regan nú skiftir rollu frá at vera høvuðslandsliðsvenjari hjá Nýsælandi, til heldur at vera venjari ‘á kantinum’. Tey leggja dent á at hann ikki hevur trekt seg vegna rokið við Burmester, men at tað heldur er tí at tey hava meira brúk fyri einum venjara á kantinum, enn einum sum ferðast runt sum høvuðslandsliðsvenjari. Regan yvirtók teir svimjarar sum saman við Burmester høvdu vant hjá Thomas Ansorg, inntil hesin gavst bara 8 vikur áðrenn Commonwealth Games. Ein avloysarauppgáva sum sambært ‘high performance manager’ Jan Cameron varð røkt so mikið væl, at Regan varð biðin um at halda áfram við hesum inntil OL. Cameron heldur ikki at tað fer at ávirka svimjararnar, at tey til tá ongan høvuðslandsliðvenjara hava.

“We don’t want to put anyone over Mark Regan so we’re committed to not having a head coach. We will begin a search and look at that issue post-London.”

Topp-5 tekstil-úrslit á stuttgeil sambært SwimNews

Craig Lord hevur ein lista her á SwimNews.com, yvir 5 bestu tekstil-tíðir í teimum greinum sum verða á HM í Dubai. Tað vil siga tíðir sum ikki hava verið svomnar í sonevndu ‘superdraktunum’ frá 2008 og 2009, sum hjálptu svimjarar at flóta betri við flotevni og tí tær vóru lufttættar; men tó uttan at útiloka gomlu (tekstil-)heildraktirnar. Gott at síggja at 2010 er ovast á listanum í 17 førum av 40, og 38 ferðir í topp-3 av teimum 120 møguligu.

Ballada í Nýsælandi eisini

Nýsælendski firvaldasvimjarin Moss Burmester er sambært SwimNews.com givin, og leggur eftir nýsælendska svimjisambandinum. Hann vann gull á Commonwealth Games í 2006, men skuffaði í Delhi í síðsta mánaða, og sigur nú at vánalig umsiting í svimjisambandinum hevur oyðilagt hetta síðsta árið hjá honum. Sigur at venjarin hjá honum varð kroystur út, til hann at enda gavst her 8 vikur áðrenn leikirnar. Burmester vil ikki nevna nøvn, men ákærurnar um vána umsiting, vána atmosferu og “how things are run” geva væl ábendingar um, at trupulleikin hjá honum er við ovastu leiðsluna hjá landsliðnum, sum er ‘high performance manager’ Jan Cameron og høvuðs-landsliðvenjarin Mark Regan.