Glæsner klárt skjótastu tíð í 800 frí í ár

Mads Glæsner vann í kvøld 800 frí á donsku meistarastevnuni, við heimsins bestu tíð í vetur, 7:42.17, har týski Jan Wolfgarten í november svam 7:46.70 á týsku stuttgeilameistarastevnuni í Wuppertal, og brasilski Lucas Kanieski svam 7:48.74 á brasilsku meistarastevnuni í Rio í september mánaða. Italski Samuel Pizzetti eigur fjórbestu tíð 7:48.74 frá italsku meistarastevnuni í august, og Pál Joensen síðani fimtbestu tíð 7:48.80 frá World Cup í Berlin í november mánaða. Her skal tó nevnast, at danin og týskarin svumu sínar tíðir í 800 metra kapping, meðan í øllum førum italiumaðurin og Pál svumu sínar sum splitt-tíð í 1500 metra kapping. Sí úrslitalista her á livetiming.dk.

Tíðindi nummar 3000

Hesin postur er “noda nummar 3000” á svimjing.com, sum merkir at vit hava stovnað tilsamans 3000 frásagnir, bloggupostar og líknandi, síðani heimasíðan fór á netið tann 1. mars í 2007. Rættiliga rámandi, so verður grein nummar 3000 skrivað upp undir HM í Dubai í 2010, har fyrstu postar vórðu skrivaðir upp undir HM í Melbourne í 2007.

Poula, Astrid, Jónfríð

[fyrsta mynd á www.svimjing.com]
Continue reading Tíðindi nummar 3000

Pápi Lochte tikin fyri rúsdrekkakoyring

Steve Lochte er sendur í farloyvi við løn frá sínum arbeiði sum høvuðsvenjari á Daytona State College, saman við dóttrini Kristin Lochte ið er hjálparvenjari hjá honum, millum annað tí at hann hevur koyrt ávirkaður í juli mánaða. Vegna rúsdrekkakoyringina misti hann koyrikortið í 6 mánaðir, fekk 1 ára treytaðan dóm, bót upp á 1494 dollarar, kravboð um at fara á skeið fyri rúsevnismisnýtarar, umframt at skula gera 100 tímar av samfelagstænastu. Skúlin sigur at rúsdrekkakoyringin er bara partur av trupulleikanum, har onnur mál eisini verða kannað nú, eftir øllum at døma viðvíkjandi skipanina sum heild, nakrar næmingar og venjaran. Steve Lochte er pápi Ryan Lochte, ið nýliga er valdur ársins svimjari í USA. Lesið her á The Daytona Beach News-Journal

Kommunurnar í Suðuroynni standa saman um 50 m. svimjihylin

Tíðindaskriv frá fyrireikarunum av Svimjihøllini á Oyrunum

Í oktober vóru fyrireikarnir av 50 m. svimjihylinum í Suðuroynni á fundi við allar borgarstjórarnir í Suðuroynni, har verkætlanin ”Grøn Multihøll á Oyrunum í Vági” varð løgd fram.

Samstundis varð eisini latin kommununum umsókn um stuðul til verkætlanina. Søkt varð um 100 kr. pr. íbúgva í 2011 og somu upphædd í 2012, svarandi til umleið 1 mió. kr. samanlagt.

Á fundinum tóku borgarstjórarnir sera væl ímóti verkætlanini. Vit eru sera fegnir um at borgarstjórarnir og síðani kommunustýrini í oynni hava tikið so væl ímóti verkætlanini. Og nú kommunustýrini í oynni hava viðgjørt stuðulsumsóknina, er eisini greitt, at allar kommunurnar í Suðuroynni standa saman um 50 m. svimjihylin.

Vit eru gleðast um at kommunurnar í oynni standa saman um eina fyri Suðuroynna og fyri Føroyar so týðandi verkætlan.

Fyrireikararnir

Grøn Multihøll á Oyrunum í Vági

Skjótar tíðir á DM-K / DJM-K í dag

Danska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan á stuttgeil er í hesum døgum, har danir hava ein síðsta kjans at kvalifisera seg til HM í Dubai. Tað eydnaðist Pernille Larsen at gera júst hetta, við at vinna 100 rygg í tíðini 58.65. Daniel Skaaning setti tvær ferðir danskt juniormet í 100 blandað, við at vinna juniormeistarastevnuna við 54.57 í innleiðandi í morgun, og síðani eisini seniormeistarastevnuna við 54.39 í finaluni í kvøld. Andreas Schiellrup setti juniormet í 100 rygg við 53.89, og Lotte Friis svam við 8:16.74 í 800 fjórbestu tíð í heiminum í ár. Glæsner er við aftur, og vann 400 frí við tíðini 3:43.71, sum er 11. besta tíð í heiminum í ár. Lesið t.d. her á SwimmingWorld Magazine.

Pápi Crippen mótmælir at UAE fær kapping í 2011

Peter Crippen talar nú at avgerðini hjá FINA, at seta Sameindu Arabisku Emiratini á skránna sum vertstjóð fyri World Cup stevnu í “open water” svimjing í 2011, eftir at sonur hansara Fran Crippen doyði har nú í 2010. Cornel Marculesu stjóri í FINA sigur at tey eru sáttmálabundin at hava UAE á listanum, og at tey tí einki fáa gjørt fyrr enn kanningarnar av deyða Fran Crippen eru lidnar. Les her á SwimNews.com

Makrelhávurin lyftir roðsluna til at venda skjótari

Kanska hugskot til svimjidraktir ein dag, at hava okkurt roðslulíknandi niður við síðuni sum kann reisa seg uppfrá, til at minka um mótstøðuna í vendingum. Hetta brúkar makrelhávurin í øllum førum sambært Amy Lang á University of Alabama, til at minka um turbulensin tá ið hann skiftir rætning. Teoriin er at tað er sjálvregulerandi, at turbulensurin skumpar aftan í frá og reisir roðsluna, sum so aftur minkar um turbulensin. Men, hatta gongur nokk ikki við núverandi reglum fyri svimjidraktir, at evni í draktini lyfta seg uppfrá, so tunnar sum tær nú einaferð eru. Les Videnskab.dk

Lurz & co biðja FINA um at broyta reglurnar fyri havsvimjing

59 av heimsins bestu havsvimjarum biðja nú FINA um at broyta reglurnar fyri “open water” svimjing, í undirskrivaðum brævi og við 11 nágreiniligum uppskotum til broyting, sjálvsagt við tilvísing til hendingina tá ið Fran Crippen doyðu á ársins síðstu stevnu. Svimjararnir eru til dømis Thomas Lurz og Larissa Ilchenko, sum SwimNews.com skýrir “king and queen of open water swimming”, Jan Wolfgarten, Angela Maurer, David Davies, Keri-Anne Payne og Christine Jennings.
Continue reading Lurz & co biðja FINA um at broyta reglurnar fyri havsvimjing

Óheppin brasilsk brot á dopingreglurnar hjá WADA

Dopingreglurnar hjá WADA siga sum náttúrligt er, at tú mást ikki kappast meðan tú ert í karantenu, umframt at tú mást ikki venja ella luttaka í nøkrum tiltøkum innan ítrótt undir WADA yvirhøvur, út yvir at kunna luttaka á antidoping-tiltøkum. Tó luttók brasilska Daynara de Paula á CISM World Military Championships í Týsklandi í august, fimm dagar eftir at hon varð byrjað uppá sín dopingdóm, og vann har silvur í 100 firvald. FINA dømdi hana eftirfylgjandi at skula byrja dopingkarantenuna av nýggjum, og strikaði úrslitið hjá henni í 100 firvald; men tó so dukkar hon knappliga upp á felagsmynd hjá brasilska landsliðnum í november. Lesið her á SwimNews.com.