Live stream frá Donsku Meistarastevnuni

Onkur “Kvikkastrup” sendir í løtuni beinleiðis video frá Donsku Meistarastevnuni í Brønshøj. Vónandi við ætlan um at gera okkurt líknandi á heimabana í Kastrup, næsta vikuskifti, tá ið Norðurlendska JuniorMeistarastevnan verður har.

(Les Meira til at síggja live stream)
Continue reading Live stream frá Donsku Meistarastevnuni

Skjótar tíðir á DM-K / DJM-K í dag

Danska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan á stuttgeil er í hesum døgum, har danir hava ein síðsta kjans at kvalifisera seg til HM í Dubai. Tað eydnaðist Pernille Larsen at gera júst hetta, við at vinna 100 rygg í tíðini 58.65. Daniel Skaaning setti tvær ferðir danskt juniormet í 100 blandað, við at vinna juniormeistarastevnuna við 54.57 í innleiðandi í morgun, og síðani eisini seniormeistarastevnuna við 54.39 í finaluni í kvøld. Andreas Schiellrup setti juniormet í 100 rygg við 53.89, og Lotte Friis svam við 8:16.74 í 800 fjórbestu tíð í heiminum í ár. Glæsner er við aftur, og vann 400 frí við tíðini 3:43.71, sum er 11. besta tíð í heiminum í ár. Lesið t.d. her á SwimmingWorld Magazine.

Nú hevur éin maður eisini klárað EM kravtíðirnar hjá dønum

Bringusvimjarin Chris Christensen vann í dag yvirbevísandi 200 metra bringusvimjing á donsku meistarstevnuni á langgeil, og kláraði við tíðini 2:14.93 undir kravtíðina á 2:15.37 til evropameistarastevnuna í Budapest í summar. Jacob Andkjær var eisini nær, tá ið hann í 50 metra frí svam 22.54, har kravtíðin er 22.45. Danir kunngera fyrst EM liðið í morgin, kanska eftir at hava slækkað eitt sindur uppá krøvini, men EJM liðið var so úttikið í dag. Les svoem.dk

Her tekur danski ‘sportsjefurin’ Lars Sørensen saman um DM


Continue reading Nú hevur éin maður eisini klárað EM kravtíðirnar hjá dønum

Mie Ø. Nielsen 56.11 í flúgvandi 100 frí á langgeil

Danska Mie Ø. Nielsen svam aftur eina fantomtíð í morgun, tá ið hon í stafettini 4×100 blandað sum síðsta genta í stafettini svam 100 frí á langgeil uppá 56.11 sekund. Hon hevði tá sjálvsagt fyrimun av ‘flúgvandi starti’, har man vinnur eitt sindur av tíð við at byrja startlopið akkurát soleiðis, at føturnar sleppa í tí at undanfarni svimjarin kemur á mál. Men 56.11 er allíkavæl ein ófatiliga góð tíð, tá ið man hugsar um at danska juniormetið hjá Jeanette Ottesen frá 2003 er 56.89, at føroyska metið hjá kvinnum er 59.63, og at føroyska juniormetið hjá kvinnum er 1:03.10. At einans fýra føroysk mannfólk sambært SwimRankings hava svomið 100 frí skjótari. Og at Mie ikki enn hevur veruligan junioraldur.

Her tosar svoem.dk við høvuðsvenjaran hjá Aalborg


Continue reading Mie Ø. Nielsen 56.11 í flúgvandi 100 frí á langgeil

Ottesen kláraði eisini EM kravtíðina í 50 frí

Danska Jeanette Ottesen megnaði aftur í dag at svimja seg undir eina EM kravtíð, tá ið hon vann 50 frí við tíðini 25.39, har kravtíðin var 25.51. Tað broytir tó ikki uppá EM hópin hjá dønum, og enn er støðan altso at eingin maður hevur kvalifiserað seg, nú éin dagur er eftir av stevnuni. Les svoem.dk

Enn bara kvinnur sum klára EM-kravtíðir hjá dønum

Eg yvirsá at juniorsvimjarin Amalie Emma Thomsen eisini kláraði kravtíð til EM í Budapest í gjár, tá ið hon á donsku meistarastevnuni á langgeil gjørdist nummar trý í 800 frí, við tíðini 8:44.81 aftanfyri Lotte Friis og írsku Grainne Murphy. Nú eru tær so fimm kvinnur sum hava klárað EM-kravtíðirnar hjá dønum, umframt Mie Ø. Nielsen ið sum nevnt er ov ung til at luttaka í Budapest í summar. Millum mennirnar er tað nokk serliga Jakob Andkjær sum er nær við, tá ið hann við 49.81 í 100 frí var bara 2 tíggjundapartar frá at sleppa við. Danir kappast í morgin og í ovurmorgin afturat, áðrenn liðið verður úttikið.
Continue reading Enn bara kvinnur sum klára EM-kravtíðir hjá dønum

Mie vann á Pernille, og nú er Rikke klár til EM

13 ára gamla Mie Ø. Nielsen megnaði í kvøld at vinna á favorittinum Pernille Larsen, í 100 metra rygg finaluni á donsku meistarastevnuni í Esbjerg. Vinnaratíðin 1:02.33 var aftur undir kravtíðina til EM í Budapest í summar, sum Mie er ov ung at sleppa við til, og Pernille kann so irriterast yvir at svimja ‘bara’ 1:02.58 í dag, har hon í í hálvfinaluni í gjár svam 1:01.98. Í 200 metra bringusvimjing vann Rikke Møller Pedersen við næstan 10 sekundum tá restini, tá ið hon við við tíðini 2.25.52 svam seg til EM í Budapest. Les her á swimnews.dk og sí video á svoem.dk
Continue reading Mie vann á Pernille, og nú er Rikke klár til EM

Danski landsliðsvenjarin um støðuna á DM beint nú

Her er eitt videobrot av svoem.dk, har tosað verður við niðurlendska landsliðsvenjaran hjá Danmark, Paulus Wildeboer. Hann tosar her nógv um draktir, at tey ikki vistu hvussu støðið fór at vera nú á DM, tá ið tey í superdrakt-tíðini ásettu kravtíðir til atjóða stevnur í 2010. Nú vísir tað seg at støðið er lægri enn tey væntaðu, bæði á donsku meistarastevnuni og úti í heimi, og spurningurin er tí, um krøvini skulu linkast. Paulus ætlaði sjálvur at hava 15 svimjarar við til EM í Budapest, men heldur longu nú at so nógv ikki fara at klára kravtíðirnar.

Mie klárað kravtíð til Budapest, men er ov ung

13 ára gamla Mie Ø. Nielsen stóð fyri sensatiónini í gjár, á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hon fyrst vann juniorkappingina í 100 rygg um morgunin, fyri síðani at gerast nummar 2 í senior-hálvfinaluni um kvøldið. Tíðirnar vóru 1:03.25 um morgunin og 1:02.55 um kvøldið, har danska kravtíðin til EJM í Helsinki er 1:04.97, og 1:02.69 til EM fyri gentur árgang 1990 og yngri. Men Mie er ov ung til at hoyra til aldursbólkarnar sum kappast á EJM, og hartil ov ung í mun til aldursmørkini hjá evropeiska svimjisambandinum til EM í Budapest. Mie er dóttur tiltikna Benny Nielsen, sum vann OL silvur í Seoul í 1988. Lesið t.d. her á Politiken.dk.
Continue reading Mie klárað kravtíð til Budapest, men er ov ung

Lotte Friis klár til EM í Budapest

Lotte Friis vann í kvøld gull í 200 frí á donsku meistarastevnuni á langgeil, og svam við tíðini 1:59.99 undir danska kravið til EM í Budapest. Her er ein samrøða við hana, har hon tosar um nýggju draktirnar, og um úrslitið í kvøld. Sí fleiri videoinnsløg her á svoem.dk, og les um fyrsta finalukvøldið her á SwimNews.dk.