Okkara svimjarar eru týðiligvís væl fyri, nú á Oyggjaleikum 2023. Rættiliga nógv persónlig met, og rættiliga nógv finalupláss eisini, bæði fyrsta og næsta morgun.
Í morgun varð tað til eini 13 finalupláss, um eg telji rætt
- í 1500 frí fyri kvinnur er Eyðrið Mortensen víðari til finalu
- í 400 blandað fyri menn eru Líggjas Joensen og Heini M. Askham víðari til finalu, við fjór- og fimt-bestu tíð av øllum
- í 200 bringu fyri kvinnur er Lea O. Højsted víðari til finalu, við næstbestu tíð av øllum
- í 100 firvald fyri menn er Isak Brisenfeldt víðari til finalu, við fimtbestu tíð av øllum
- í 100 rygg fyri kvinnur er Elisabeth Erlendsdóttir víðari til finalu, við triðbestu tíð av øllum
- í 50 bringu fyri menn eru Róland Toftum og Bartal Eidesgaard víðari til finalu, við trið- og sættbestu tíð av øllum
- í 200 frí fyri menn eru Bartal Eidesgaard og Isak Brisenfeldt víðari til finalu, við bestu og fimtbestu tíð av øllum
- í 200 blandað fyri kvinnur er Jóhanna Ólavsdóttir víðari til finalu, við fjórbestu tíð av øllum
- í 4×50 frí fyri menn eru Føroyar víðari við fimtbestu tíð av øllum
- í 4×50 blandað fyri kvinnur eru Føroyar víðari við fimtbestu tíð av øllum