Evans setti tvey heimsmet á fyrstu stevnu síðani 1996

Janet Evans setti tvey nýggj masters heimsmet leygardagin, tá ið hon luttók á sínari fyrstu svimjistevnu yvirhøvur síðani 1996. Fyrst svam hon 4:23.82 í 400 frí (á langgeil), har heimsmetið hjá aldursbólkinum 35-39 ár var 4:26.17. Og síðani morlaði hon heimsmetið í 800 frí, við at betra tað meira enn 10 sekund, niður á 8:59.06. Les The Orange County Register.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.