Teir fýra Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen og Heðin L. Olsen vinna her silvur í 4×50 metra blandaðari svimjing, á Oyggjaleikum 2011.
Video: Føroyar gull í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2011
So sluppu vit allíkavæl at síggja gullstafettina svimja, takkað verið Jon Hestoy. Tær fýra sum svimja her eru Guðrun Mortensen, Poula Ø. Mohr, Karina Eliasen og Birita Debes.
Video: Pál gull í 1500 frí
Pál komin aftur til føroyska leirin her, eftir heiðursmerkjahandan í 1500 frí
Good morning everyone
Aftur ein harður dagur fyri framman, man fær hug at lurta eftir røðuni hjá Pacino her 🙂
Pál um 200 firvald innleiðandi
Pál Joensen tosar við Jon Hestoy um 200 firvald innleiðandi, sum ljóðar til at hava gingið OK, men sum allíkavæl valdi at velja frá.
Kristina og Poula um 100 firvald innleiðandi
Kristina Eliasen og Poula Ø. Mohr tosa við Hestoy beint eftir innleiðandi riðlunum í 100 firvald.
Met varð sett í øllum 11 kappingum í kvøld
11 kappingar, 11 oyggjaleikamet, segði nakar menning ?
- 1500 frí menn – Pál Joensen (Føroyar) 15:28.85
- 400 blandað kvinnur – Charlotte Atkinson (Isle of Man) 4:50.78
- 200 firvald menn – Ian Powell (Guernsey) 1:58.43
- 100 firvald kvinnur – Kristina Neves (Guernsey) 1:03.03
- 100 bringu menn – Darren Mew (Isle of Wight) 1:02.03
- 50 bringu kvinnur – Andrea Strachan (Hetland) 32.57
- 50 rygg menn – Ian Powell (Guernsey) 25.27
- 200 frí kvinnur – Kristina Neves (Guernsey)
- 200 blandað menn – Thomas Hollingsworth (Guernsey) 2:01.00
- 4×50 frí kvinnur – Føroyar 1:46.70
- 4×50 blandað menn – Guernsey 1:43.15
Pál var suverenur í 1500 frí
Her í Føroyum var tað ikki møguligt at síggja nakra finalu, ella fyri sovítt innleiðandi riðil. Vit muga fyribils noyðast við striku- og bobblugrafum.
Continue reading Pál var suverenur í 1500 frí
Ein harður fyrsti dagur hjá svimjarunum
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Hóast okkara svimjarar sum heild vóru skjótari enn á seinastu leikum, so varð tað ikki til meira enn 2 gull, 3 silvur og 1 bronsu, hendan fyrsta svimjidagin á Oyggjaleikum 2011, í mun til 4 gull, 3 silvur og 2 bronsur í 2009. 30 gull tykjast tí rættiliga langt burturi, men vit eru tó enn við í kappingini um at vinna svimjistevnuna, og spurningurin er um hvat ið er betri: At røkka málinum og so gott sum køva stevnuna, ella at fáa eina harða og mennandi kapping.
Malan á kantinum í ár
Malan Vitalis Bærendsen tosar við Jon Hestoy, um at vera á kantinum í ár, og annars um umstøðurnar í høllini, um matin og annað.