6 gull til svimjararnar í kvøld

logmadur_turidTíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Hóast marginalarnir heldur ikki vóru heilt við okkum í dag, so megnaðu føroysku svimjararnir at vinna 6 gull, 2 silvur og 2 bronsu, annan dag á Oyggjaleikum 2011, so at vit nú eru einans 1 gull aftanfyri Guernsey í kappingini um at vinna mest á svimjistevnuni.

Hartil settu tey 3 oyggjaleikamet. Okkara svimjarar, leiðarar og venjarar hava tikið eitt megnartak, at halda fokus og koma aftur eftir kløkkin í gjár.

Lummaklúturin á lofti
Continue reading 6 gull til svimjararnar í kvøld

Oda bloggar frá Isle of Wight á trygging.fo

Oda Andreasen sigur her á trygging.fo frá síni fyrstu uppliving sum svimjiáskoðari:

Hetta var fyrstu ferð, at eg var til eina svimjikapping og var hetta eitt stórt upplivilsi. Vit vunnu heili 2 gullheiðursmerki, 3 silvurheiðursmerki og 1 bronsuheiðursmerki, heilt fantastiskt. Eg má siga, at eg varð rættiligi bitin av svimjing. Kappingin er sera intens og spennandi og áðrenn man veit av, er komið á mál og vinnarin funnin. Hetta merkir, at uppá 25 sekund er alt avgjørt. Má siga at hetta er sera nógv øðrvísi í mun til ítróttargreinar, sum eg plagi at hyggja eftir sum eru fótbóltur, har dysturin er 90 minuttir og hondbóltur, har dysturin er 60 minuttir. Eisini lærdi eg, hvussu man skal stuðla, man skal rópa GO ella navnið á svimjaranum, hvørja ferð hann stingir høvdið upp undan fyri at fáa sær luft J, ja so lærdi eg tað. Tað var eitt stórt upplivilsi at síggja Pál Joensen svimja 1500 metrar og vinna við heili 12 sekundum yvir nr. 2 og teir seinastu á teinunum vóru heilar 4 longdir aftanfyri Pál, tá hann kom á mál. Eisini var liðkappingin sera spennandi og vunnu kvinnurnar gull og menninir silvur. Magnus Jákupsson kláraði seg eisini sera væl og vann silvur og svam betri tíð enn Oyggjaleikametið frá 2009. Hann hevur eina gylta framtíð fyri framman. Eg vil hervið ynskja øllum teimum føroysku svimjarunum og SSF hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum í dag. Eg vænti at eg veri at síggja í svimjihallunum kring landið sum áskoðari til kappingar í framtíðini 🙂

Góðar vónur fyri finalurnar á 2. degi

Næsti morgun gekk væl betri enn fyrsti, hjá svimjarum okkara á Isle of Wight. 7 ferðir svumu tey seg í finalu í kvøld við bestu tíð av øllum, og í einum fýra-seks øðrum førum burdu vit eisini havt møguleika fyri heiðursmerki, ið fara at koma væl við í samlaðu kappingini ímóti Guernsey.

PH_CECILIAa
Continue reading Góðar vónur fyri finalurnar á 2. degi