Hetta sær nokk so yvirbevísandi út, vónandi klára tey at vinna gullið í kvøld 🙂
Seinasti møguleiki hjá oyggjaleikasvimjarunum
Innleiðandi kappingarnar í Medina Leisure Center í Newport er nú lidnar. Svimjararnir hjá okkum hava lagt triðja dagin afturum sær og eru nú klárir til finalurin, ið byrja 17:30. Stemningurin á liðnum er góður og tykjast svimjararnir klárir at geva tað allarsíðsta í kvøld. Allir teir svimjararnir, komu víðari til finalu í kvøld, sum vit væntaðu at fáa við. Dysturin við Guerneys verður øgiligur, áðrenn finalurnar í kvøld eru Guernseybúgvar 3 gullmerki frammanfyri okkum. Í kvøld tykjast í øllum førum 2 gull at vera trygg til okkum, í mun til 1-2 rættiliga trygg til Guernsey, og restina mugu vit so sláast um.
Continue reading Seinasti møguleiki hjá oyggjaleikasvimjarunum
Video: Petur Heðin tekur samanum 3. dag
Katastrofa, sigur hann, skrekk-scenarie. ‘Straight talk yvir alla linjuna’, puha
Video: Magnus Jákupsson gull í 50 firvald
Magnus Jákupsson vinnur her gull í 50 metra firvaldasvimjing. Ein av glottunum í gjár 🙂
EJM í Beograd er byrjað
Einans vippulop inntil víðari, men stað og tónleikur vekir minnir 🙂
Eitt hart 3. finalukvøld fyri svimjararnar
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroyar
Triðja finalukvøld gekk tíverri einki serligt hjá føroysku svimjarunum, út yvir at Magnus Jákupsson setti flott oyggjaleikamet í 50 firvald og vann á Ian Powell, og at Pál Joensen vardi sítt gull frá 2009 í 100 frí. Kappingin var sterk og marginalarnir ímóti, so at endaliga úrtøkan gjørdust 2 gull, 4 silvur og 1 bronsu, heldur enn tey 4-6 gullheiðursmerkini sum vit vónaðu at fara at vinna.
Video: Kvinnur 4×50 blandað finala á IOW 2011
Gull og oyggjaleikamet til føroysku dámurnar á Isle of Wight 2011, við fokus á okkara egnu 🙂
Video: Menn 4×50 frí finala á IOW 2011
Føroyingar vinna gull í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2011. Nú var knappliga ‘live’ stream frá bretum sjálvum eisini, men vit tola nokk at síggja frá einum øðrum vinkli í betri góðsku 🙂
Gotlendingar senda eisini LIVE frá Ö-spelen 2011
Havi ikki fingið testað um tað riggar, men Gotlands Idrottsförbund vísir her til eina facebook-síðu kallað Ö-spelen 2011, har tey hava webb-tv við hjálp av hesari justin.tv-rásini. Hatta har ‘ajanjoproduction’ eigur eisini eina YouTube-konto við longu nógvum videobrotum av Isle of Wight.