Um svimjarnir høvdu vunnið 30 gull, sum formaðurin vónaði, so hevði tað ikki verið nokk at vunnið samanlagt á leikunum. Gamaní, í svimjingini hevði 30 gull rokkið væl og virðiliga til eitt 1. pláss, men Guernsey megnaði at vinna 41 gull í alt.
Í bobblugrafinum síggja vit heiðursmerkjabýtið millum oyggjarnar dag fyri dag á Isle of Wight. Tal á gull sæst á x-ásini, silvur á y-ásini, bronsu á litinum og heiðursmerkir í alt á bobblu støddini.
Fýra brasiliumenn íroknað Cesar Cielo tiknir fyri doping
Olympiski meistarin og heimsmeistarin César Cielo varð á Maria Lenk Trophy stevnuni í mai mánaða testaður positit fyri nýtslu av furosemide, sum ikki er eitt dopingevni í sær sjálvum, men sum kann fjala aðra doping. Hann sigur at talan er um krossdálking í einum lógtilskoti, og brasilska antidopingin hevur tí bara givið honum eina ávaring, saman við teimum trimum Nicholas Santos, Henrique Barbosa og Vinicius Waked, sum eisini vórðu tiknir fyri nýtslu av hesum evninum. Craig Lord er ikki glaður her á SwimNews.com, mest tí at dómirnir eru so skiftandi, frá ávaring upp til 2 ára karantenu, alt eftir hvørjum landi tú kemur frá.
EJM- og HM-liðini komin til Aldershot
Tað var fluks avstað til langgeil í Onglandi, longu morgunin eftir síðstu finalur. Hvør dagur telur, at venja seg við langgeil, nú vit (enn) ongan eiga í Føroyum, og brúktu eina viku á stuttgeil á Isle of Wight.
Bjarnason tekur saman um Oyggjaleikir 2011
“Yvir dalar og fjøll”
Video frá síðsta kappingarkvøldinum
Her eru videoir frá sjálvum kappingunum, sum Hestoy filmaði. Vit byrja bara við endanum, tí hann var góður !
Nakrar myndir afturat frá Oyggjaleikum 2011
Hestoy sendi nakrar myndir upp á okkara Dropbox, sum eg líkasum ikki eri komin til fyrr enn nú. Har eru eisini nakrar videoir á veg, og hareftir ymiskt longu frá Aldershot.
Continue reading Nakrar myndir afturat frá Oyggjaleikum 2011
Føroyskir oyggjaleikavinnarar í svimjing síðani 2007
Tað eru nógvir mátar at máta succcés, harav ein her hjá okkum er ‘hevur tú nakrantíð vunnið gull á Oyggjaleikum’. Eg havi hugt í gjøgnum listarnar aftur til 2007, og haldi meg síggja at allir føroyskur svimjarar hava fingið í øllum éitt gullheiðursmerki heimvið, av Rhodos í 2007, av Álandi í 2009 og av Isle of Wight í 2011. Tað er succés í mínari verð 🙂
- Andrass Thomsen, HS
- Astrið Foldarskarð, Ægir
- Beinir Danielsen, FLOT
- Birita Debes, FLOT & Ægir
- Bjørg Seloy, HS
- Cecilia W. Eysturdal, Ægir
- Dánjal Hestoy, HS
- Dánjal Martin Hofgaard, SuSvim
- Elspa Mørkøre, FS
- Eva Trygvadóttir, Ægir
- Guðrun H. Jacobsen, HS
- Guðrun Mortensen, SuSvim
- Heðin L. Olsen, Ægir
- Høgni Miné, HS
- Jákup Ø. Mohr, FS
- Jutta Thomsen, SuSvim
- Karina Petersen, FS
- Katarina S. Lamhauge, SuSvim
- Kári J. á Høvdanum, FS
- Kristian Olsen, Ægir
- Kristina Eliasen, HS
- Lisbeth L. Joensen, HS
- Magnus Jákupsson, HS
- Malan Vitalis Bærendsen, SuSvim
- Mona Simonsen, SuSvim
- Pauli Ø. Mohr, FS & HS
- Poula Ø. Mohr, FS
- Pál Joensen, SuSvim
- Shaila millum Garðarnar, SuSvim
- Tanja Skaalum, SuSvim
- Turið S. Christiansen, Ægir
Continue reading Føroyskir oyggjaleikavinnarar í svimjing síðani 2007
Gotland vann einki á svimjistevnuni
Hart lív hjá gotlendingum, tey høvdu ætlað sær heiðursmerki í bringusvimjingunum hjá Daniel Cederqvist, men hann varð bara tvær ferðir nummar 4 og eina ferð nummar 5. Cederqvist er sjálvsagt vónbrotin, sigur at hann var sjúkur og hevði okkurt annað eisini at dragast við 5 vikur áðrenn leikirnar. Tó so, hann var nøgdur við tíðirnar hjá sær, sum kanska sigur nakað um hækkaða støðið. Les helagotland.se
Är du nöjd med dina tider?
– Faktiskt. Det är tider som jag inte gjort på flera år. Men att det inte blev medalj på 50 bröst svider ännu.
Eitt fantastiskt síðsta kvøld hjá svimjarunum
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Líka sum vit hildu okkum hava tapt svimjistevnuna fyri vist, svingaðu svimjararnir seg upp til at vinna og vinna, til tað at enda stóð á jøvnum 15 gull til Guernsey og 15 til okkum, 12 silvur til Guernsey og 12 til okkum, og so 11 bronsur til Guernsey og 6 til okkum. Føroyingar vunnu hartil síðstu óoffisiellu kappingina 8×50 frí fyri menn og kvinnur, so at Guernsey offisielt vann stevnuna uppá bronsur, meðan vit vunnu moralskt við 16 sigrum. Pál setti oyggjaleikamet í 200 bringu, mennirnir í 4×100 frí, og menn og kvinnur eisini í 8×50 frí.
Continue reading Eitt fantastiskt síðsta kvøld hjá svimjarunum
YouTube fer at senda beinleiðis frá IPC Berlin 2011
Í morgin fara Krista Mørkøre og Ragnvald Jensen til Berlin, at luttaka á evropeisku meistarastevuni fyri brekaði, sum verður 3. til 9. juli. Paralympics.org skrivar her at YouTube fer at hýsa beinleiðis video frá stevnuni, bæði innleiðandi riðlar og finalur, á www.youtube.com/paralympicsporttv
Continue reading YouTube fer at senda beinleiðis frá IPC Berlin 2011