Dansk Idræts-Forbund hevur saman við itai a/s lanserað hendan portalin um ítróttarskaðar, við ráðgeving um fyribyrging, skaðaviðgerð og enduruppvenjing. Eitt tað mest áhugaverda er nokk teirra app “Idrætsskader – nej tak” til Android og iPhone, ið inniheldur vegleiðingar til at meta um og hjálpa uppá mest vanligu ítróttarskaðar, við smáum videobrotum og sovorðnum. Ávaring, tað fyllir eitt sindur, til dømis eini 35 MB til Android.
Viagra-spam á svimjing.com
Aja, so kom túrurin til okkum eisini. Fyri tíð síðani uppdagaðu vit at spam-leinki um Viagra kom á Facebook um fólk nevndu svimjing.com har, og nú uppdagi eg at hetta eisini kemur fram um man leitar á Google eftir svimjing.com. Hetta er okkurt ‘phishing’-ting … eg veit ikki hvussu álvarsligt, men eri farin undir at skifta alla kotu út á svimjing.com, eftirkanna dátugrunnin, dagføra alt og deaktivera eitthvørt óneyðugt, til at royna at fáa skil á aftur.
Rikke Møller Pedersen um sýruvenjing og laktatmátingar
Videodagbók úr Flagstaff, har danski landsliðssvimjarin Rikke Møller Pedersen greiðir frá sýruvenjing á hæddarlegu í Flagstaff, og tilhoyrandi mjólkasýrumátingar.
Wauw, Sun Yang hevur eina heilt ókey rødd
Eitt sindur ‘auto-tune’ hoyrist, men tó týðiligvís snjøll og klár, umframt at hann sort-of ‘moves like Jagger‘. Hsieh Hsieh Sun Yang ! Via SwimmingWorld Magazine á Twitter.
Úrslit frá Ægir-stevnuni 5. og 6. november 2011
Viðfestur er úrslitalistin frá úttøkustevnuni í Klaksvík her um vikuskiftið, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Tilsamans 4 føroyskt met og 2 juniormet varð tað til, umframt at 10 svimjarar vórðu úttiknir til NJM í Reykjavik í desember, 4 aðrir til NM samstundis, og 2 til EM á stuttgeil í Stettin. Mest vinnandi felag varð Suðuroyar Svimjifelag við 18 gull, 15 silvur og 13 bronsu, mest vinnandi svimjari Pál Joensen úr SuSvim við 9 gull og 1 bronsu, og mest vinnandi kvinna Turið S. Christiansen úr Ægir við 4 gull.
Continue reading Úrslit frá Ægir-stevnuni 5. og 6. november 2011
SuSvim-menn 7:54.67 og føroyskt met í 4×200 frí
Ægir-kvinnur 8:47.38 og føroyskt met í 4×200 frí
Astrið 28.45 og føroyskt met í 50 firvald
Rituvíksgentan Astrið Foldarskarð setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 firvald, við tíðini 28.45 har føroyska metið hjá Biritu Debes var 28.85. Astrið svimur fyri Ægir í Klaksvík, og kláraði við hesum at kvalifisera seg til norðurlendsku meistarastevnuna í Íslandi í desember, har kravtíðin er 28.74. Kristina Eliasen úr Havnar Svimjifelag megnaði eisini at svimja undir tað nú fyrrverandi metið og kravtíð til NM við 28.73.
Útlit til heiðursmerki til Magnus á DMK
Tað sær bara gott út hjá Magnusi Jákupssyni, nú danska meistarastevnan og juniormeistarastevnan á stuttgeil verður í Thisted hin 24. til 27. november 2011. Næstbestu tíð millum juniorarnar í 100 blandað, bestu í 100 rygg, bestu í 50 frí, triðbestu í 200 blandað, næstbestu í 50 firvald, bestu í 50 rygg, næstbestu í 100 frí, næstbestu í 200 rygg og næstbestu í 100 firvald. Hartil triðbestu eisini sum seniorur í 100 rygg, fjórbestu í 50 frí, næstbestu í 50 rygg og fjórbestu í 200 rygg.
Turið S. Christiansen 2:37.64 í 200 bringu
Leirvíksgentan Turið S. Christiansen setti í morgun nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:37.64, har føroyska metið hjá henni frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða 2011 var 2:38.31. Turið svimur fyri Ægir, og hevur longu klárað kravtíð til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í Íslandi í desember, sum er 2:40.99 fyri hennara árgang.